Skavaði seg til milliónina í døgurðasteðgi

Føroyska kvinnan, sum vann eina millión í skavispæli, hevði ein óføran døgurðasteðg

Fyri tveimum vikum síðani vann ein kvinna í Føroyum eina millión krónur í skavispæli hjá Danske Spil.

– Tað var óveruligt. Eg sat har í einum steðgi á arbeiðnum og skavaði ein seðil, og knappliga hevði eg tríggjar puntar eins. Tað merkti, at eg hevði vunnið eina millión krónur. Eg skal viðurkenna, at eg hevði ilt við at hugsavna meg um arbeiðið aftaná, og eg hevði bara eitt stórt smíl á andlitinum restina av degnum, sigur ónevnda kvinnan, sum eru í 30'unum, við Danske Spil.

Kvinnan hevur nú fingið pengarnar á sína bankkonto, og nakað av tí fyrsta, hon gjørdi, var at lata foreldrunum burtur av pengunum.

– Foreldrini hava altíð stuðlað mær, eisini tá eg onkuntíð manglaði pengar síðst í mánaðinum. Tað er ikki tí, at tey eiga so nógvar pengar, og serliga pápi mín hevur arbeitt hart alt lívið. So tað hevur nógv at siga fyri meg, at eg kann geva teimum eitt sindur av pengum aftur, sigur kvinnan, sum eftir lítlari løtu var millióningur. 

Hepna kvinnan vil fegin lesa til sjúkrarøktarfrøðing og vónar sleppa inn eftir summarferiuna. Hon umhugsar eisini at keypa sær eina íbúð ella eitt lítið hús, skrivar Danske Spil.