Næsta ár skal skattaprosentið í Vági lækka. Tað hevur Vágs Býráð samtykt í kvøld.
Sostatt verður kommunuskatturin í Vági 22,5 prosent næsta ár.
Hetta er eisini triðja árið á rað, at skatturin lækkar í Vági. Í 2013 var skatturin 23,25 prosent. Í ár er skatturin 22,95 prosent og tilsamans er skatturin lækkaður 0,75 prosent hesi árini.
Barnafrádrátturin í Vágs kommunu verður framvegis 4.000 krónur fyri hvørt barn um árið, sigur býráðið í kvøld.
Mett verður, at tilsamans verða inntøkurnar hjá Vágs kommunum 55,6 milliónir krónur næsta ár, og her er játtaninan frá Landinum til eldraøkið, tald við.
Raksturin av Vágs Kommunum verður mettur at kosta 33 milliónir næsta ár, og tá er eldraøkið ikki við. Harafturat koma 11,7 milliónir krónur, sum eldraøkið kostar.
Íløgurnar verða 2,8 mió. krónur næsta ár har meginparturin fer til tekniska økið.
Næsta ár fer Vágs kommuna at rinda 2,3 milliónir krónir í avdráttum og 600.000 krónur í rentum av lánum. Skuldin hjá Vágs kommunu var var 35,8 milliónir krónur í september í ár, afturímóti 39,3 milliónum við ársbyrjan, sigur býráðið.