Skatturin hjá vanligum fólki skal lækkast

- Tað ber væl til at hækka skattin á lønum sigur Høgni Hoydal, og hann veit eisini, hvussu tað kann gerast

- Skatturin hjá teimum sum hava lágar og miðal inntøkur, má lækkast.

 

Tað staðfesti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi á flokstinginum hjá flokkinum í morgun.

 

Hann vísir á, at  í dag eru tað teir vanligu løntakararnir, sum rinda allan skattin og sum bera alla fíggingina av vælferðini. Hann staðfestir, at av eini løn skulu fólk rinda bæði landsskat, kommunuskatt, heilsutrygd, til sjúkradagpening, barsilsgjald, samhaldsfasta, Kringvarpssgjald, mvg, og annað.

 

Samstundis hevur samgongan nú samtykt, at nú skal hvør einstakur eisini gjalda 15 prosent til sína egna pensjón. Og harafturat skulu øll rinda 40 prosent í skatti av hesum inngjøldum til pensjónir.

 

- Sum Arbeiðarafeløgini hava staðfest, rindar verkafjøldin nú upp í 12 prosent meiri í skatti av pensjónini

 

- Rokna vit hesi prosentini saman, síggja vit beinanvegin, hvussu hart, vanligt arbeiði verður skattað, sigur Høgni Hoydal.

 

Tí verður neyðugt at gera eina nýggja skattaskipan, har vanligar lønir rinda minni í skatti. Tað skal fíggjast við, at fíggjarlig spekulasjón skal skattast og samstundis skal landið fáa inntøkur frá teimum, sum fáa atgongd til at nýta okkara felags tilfeingið.

 

Samstundis skal ein nýggj pensjónsskipan setast í gildi. Og í tí sambandinum skal Samhaldsfasti styrkjast og samstundis skal hvør løntatakari ikki skulu rinda 15 prosent av lønini til sína egnu eftirløn, soleiðis sum samgongan hevur samtykt. Tvørtur ímóti skal tað gjaldið skal lækkast.

 

- Harvið fáa vit eina pensjónsskipan við Samhaldsfasta sum høvuðsbuli, ið er meira óheft av fíggjarlógini og kann tryggja øllum eina sømiliga minstupensjón, sigur Høgni Hoydal.