Skatturin í Havn verður tann sami næsta ár sum í ár

Næsta ár vænta tey at inntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu fara at vera 1,064 milliardir

Næsta ár verður kommunuskatturin og barnafrádrátturin í Tórshavnar Kommunu tann sami sum í ár.

Tað er ætlanin hjá meirilutanum í Tórshavnar Býráð, sum nú fer at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár, fyri býráðið.

Sostatt verður kommunuskatturin aftur 19 prosent næsta ár, og barnafrádrátturin verður framhaldandi 8.000 krónur fyri hvørt barn undir 18 ár.

Annars vænta tey, at næsta ár fer inntøkan hjá kommununi at vera 1,064 milliardir krónur, afturímóti 1,004 millardum í ár, og sostatt er talan um ein vøkstur upp á 60 milliónir, ella seks prosent.

Útreiðslurnar eru mettar til at vera 824 milliónir næsta ár, aftur ímóti 779 milliónum í ár.

Vøksturin er 45 milliónir ella 5,9 prosent

 

Les eisini her: Fara at byggja út fyri 228 milliónir næsta ár