FAS og skattur
Beinta Anthoniussen,
starvsnæmingur
Ein spurningur, sum hevur verið nógv frammi, er, hvørt vit kunnu fáa meira burtur úr Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini.
Henda spurning tekur Fiskimannafelagið upp í ársfrágreiðing síni, sum varð løgd fram á landsfundi, 30. desember.
Spurningurin hevur eisini verið umrøddur á einum "skipatingi", sum felagið, Skipating, skipað fyri.
Í ársfrágreiðingini vísir Fiskimannafelagið á, at FAS er úrslitið av eini líknandi gongd aðra staðni í heiminum. Í Føroyum varð henda skipan, sum er rættiliga einføld, sett í verk í 1992.
- FAS-skipanin merkir, at reiðarar fáa endurgoldið 28% av útgoldnu A-inntøkuni
sum "rakstrarstudning". Upprunaliga endamálið var at javnseta føroysk farmaskip við skip í øðrum londum, sum eisini góvu sínum farmaflota sersømdir. Síðani er komið fram tað hugskot, at okkara skipan skal vera so lokkandi, at fremmand skip skulu fáa hug at koma undir FAS. Frammi hevur verið, at hendan skipan kundi gerast ein stór inntøkukelda til samfelagið og landskassan.
Sambært ársfrágreiðing FF?s kom fram á Skipatinginum, at lítið og einki er hent á
hesum øki. Ein orsøkin hevur verið tann sera tunga føroyska umsitingarliga skipanin. Ein annar trupuleiki hevur verið ein sera tung skipan við danska skipasýninum. Men her sleppa vit sjálvir at greiða henda spurning.
- Tað er greitt, at ein lítil føroysk skipan kann arbeiða lættari enn stór. Men hetta er so ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum, vísir Fiskimannafelagið á.
"Skattaræning"
- Tað hevur verið nógv frammi, hvussu stórt avkast til landskassan bert eitt skip kann geva. Tøl uppá 2 milj. krónur hava verið nevnd, og kann eitt slíkt tal faldast við 100 ella kanska enntá 1000, so skuldi verið gamaní.
FF heldur tað áhugaverda vera, hvussu komið verður fram til ein vinning uppá 2 milj. krónur fyri hvørt skip. Nakrar hundrað túsund eru skrásetingargjald o.t., men her eru vit í kapping við aðrar skrásetingar sum t.d. Isle of Man.
- Tann stóri "fidusurin" er, at manningin í slíkari skipan skal skattast í Føroyum. Roknistykkið sær soleiðis út, at manningin skal gjalda 35,7% í skatti. Reiðarin fær 28% av lønini endurgoldið, og tískil hevur landskassin eitt avlop uppá 7,7% av lønini hjá teimum, sum eru við hesum skipum.
FF sigur, at nú so nógv verður tosað um studning, og semja tykist vera um, at nú skal vera liðugt við øllum vinnustudningi, kann vísast á tað øvuta í, at hendan komandi inntøkukeldan hjá tí almenna skal vera grundað á studning, sum talan veruliga er um. Studningur skal ikki bert latast føroyskum fyritøkum, men so sanniliga eisini útlendskum.
- Viðvíkjandi skattinum er tað so, at útlendingar umborð á slíkum skipum koma undir tað, sum eitur "avmarkað skattskylda". Hetta merkir, at viðkomandi rindar 42% í skatti av allari síni inntøku uttan frádrátt, heldur ikki fyri børn. Sjómansskattaskipanin merkir, at skatturin í hesum førinum er 35,7%, sum er 85% av 42. Hetta merkir, at ein persónur undir "avmarkaðari skattaskyldu" sera væl kann koma út fyri, at hann rindar meira í skatti enn føroyingur í sama starvi undir "fullari skattaskyldu". Hetta er í hvussu er galdandi fyri ein filippinara við 5 ella 10 børnum - fyri at taka hann sum dømi.
FF vísir á, at ein persónur við fullari skattskyldu fær stórt sæð allan sín skattapening aftur við øllum teimum rættindum, sum ein borgari hevur við skúlaskapi, heilsuverki, almannaskipan o.s.fr.
Rindar, men
eingi rættindi
- Taka vit hendan filippinaran sum dømi, fær hann eingi rættindi afturfyri. Gerst hann t.d. sjúkur og má leggjast inn á eitt føroyskt sjúkrahús, verður rokningin send honum, hansara heimlandi ella teirri trygging, sum reiðarin helst hevur teknað. Men verða kona ella børn heima í Manilla sjúk, fær hesin føroyski skattaborgarin onga hjálp úr tí landskassa, har hann rindar eins nógv ella meira í ? enn ein búfastur føroyingur. Heldur ikki heima fær familjan nakra samdir fyri goldna skattin.
Fiskimannafelagið reisir spurningin, um hetta kann bera til, nú so nógv verður tosað um, at skyldur og ábyrgd skulu fylgjast.
- Tað er tað so avgjørt ikki talan um í hesum førinum.
Tað hevur eisini verið ført fram av einum tí fremsta serfrøðinginum á hesum øki, at "skattaspekulatiónin" er eitt lýti á okkara skipan, sum veruliga er ein forðing fyri, at hon kann geva okkum tað gagn, sum talan annars kundi verið um.
- Tað er kanska møguligt, at vit kunnu fáa nyttu burtur úr FAS, men sum vit hava víst á, er FAS ein varði fyri politiskum dupultmorali, tá tað snýr seg um studning. Men hesum hava vit einki fortreð av, um skipanin kann geva føroyingum arbeiðspláss og eisini vera eitt íkast til føroyska samfelagið.
Skal talan vera um at fáa fremmand skip undir FAS, heldur Fiskimannafelagið, at hetta skal vera leyst av umrøddu skattaspekulatión.
- Her skulu vit fara í eina javnbjóðis kapping við aðrar skrásetingar, og her skal tað vera okkara egni dugnaskapur og einki annað, sum skal vera avgerandi, sigur Føroya Fiskimannafelag.
Myndatekstur:
- FAS er ein varði fyri politiskum dupultmorali, tá ið tað snýr seg um studning, heldur Fiskimannafelagið.