Skattgjaldarin hongur upp á rokningina

Kann tann, sum hevur dálkað, ikki gjalda, er bara eina staðni at fara við rokningini og tað er til Palliba og Marsannu

Tann, sum hevur dálkað umhvørvið og náttúrna við olju, hevur sjálvur ábyrgdina av upptakinum, og at rinda fyri tað.

Tað staðfestir Helgi Abrhamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum.

Beinta Løwe Jacobsen, tingkvinn fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvør tað í roynd og veru er, sum hevur ábyrgdina, tá ið olja endar í náttúruni

Helgi Abrahamsen sigur, at í fyrstu atløgu er tað tann, sum hevur skyldina av dálkingini, sum hevur ábyrgdina av upptakinum.

Fyri at basa oljudálking á sjónum krevst serlig útgerð og tí stendur tað í lógini, at kommunur skulu basa oljudálking í havnum, fram við bryggjum, havnarløgum og í bátahyljum. Men uttan fyri hesi øki er tað Landsverk, sum skal basa dálkingini.

Ber tað til at staðfesta, hvør dálkarin er, ber hann kostnaðin av at basa dálkingini.

Men ber ikki til at staðfesta, hvør tað er, sum hevur skyldina av dálkingini, er tað kommunan ella Landsverk, altso skattgjaldarin, sum bera kostnaðin, alt eftir, hvar oljan er.

Tað eru ongar beinleiðis ásetingar um at basa oljudálking uppi á landi, men her eru tað vanligu reglurnar um burturkast, sum galda.

Tað merkir, at øll, sum vilja av við burturkast, skulu brúka skipanina hjá kommununum, og tað er eisini galdandi fyri olju.

– Á privatum økjum er tað eigarun, sum skal beina burturkastið burtur, eisini olju, men á almennum økjum er tað uppgávan hjá kommunum.

Ber ikki til at finna út av, hvør hevur ábyrgdina av oljudálking á landið, er tað kommunan, sum má taka upp eftir dálkingini, og hon hongur eisini upp á rokningina.

Helgi Abrahamsen sigur, at ger ein borgari ella eitt virki ikki eftir boðum frá kommununi um at taka burturkast ella olju upp, kann borgarin, ella virkið verða revsað við bót.