Hvalbiar kommuna hevði ein munandi vøkstur í skattainntøkunum fyri januar í ár samanborið við sama mánað í fjør.
Sambært uppgerð hjá Taks er talan um ein vøkstur í januar í ár á stívliga 90.000 krónur, sum svarar til góð 7%.
Tað veit Hvalbiar kommuna at siga, nú fyrsti mánaðurin av árinum er lagdur afturum.