Skattavaldið skal kunnast

Kravið til ítróttarfeløgini - tá tosað verður um samsýning til útlendsk ítróttarfólk - er rættiliga greitt. Hesi skulu forvinna í minsta lagi 8.805,53 kr. um mánaðin í starvinum sum ítróttarfólk.
Í hesi upphædd kunnu roknast allar útreiðslur, sum felagið avheldur vegna ítróttarfólkið. Eitt nú ferð til Føroya, virði av fríum bústaði, fríum bili og øðrum fríum ágóðum.
Í hesum er tó vert at bíta merki í, at fríu ágóðarnir eisini skulu uppgevast skattavaldinum. Verða teir ikki tað, so telja upphæddirnar ikki við í roknistykkinum yvir løn, og hartil er talan tá eisini um brot á skattalógina.
Er talan um fríar ágóðar, so merkir hetta við øðrum orðum, at skattur skal rindast av fríu ágóðunum. Tann skattin kann felagið átaka sær at gjalda, ella eisini skal hann gjaldast av móttakaranum.