Skattauppskotið verður broytt

Ì morgin hevur løgtingið triðja viðgerð av uppskotinum um flatskatt og uppskotinum um at skatta pensjónir við inngjald.

- Tað var ikki gott, at Jenis av Rana atkvøddi ímóti samgonguni, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.

Hann hevur tó góðar vónir um, at tvístøðan fer at rætta seg afur, tí allir flokkar í samgonguni eru samdir um at gera nakrar broytingar í uppskotinum. Barnafamiljur skulu hava 1000 eyka í frádrátti fyri hvørt barnið, og hetta skal fígging finnast til.

- Tað er upp til Jenis av Rana, hvussu hann atkvøður í morgin, sigur Kaj Leo Johannesen, sum stendur fast við orð síni um, at allir samgongulimir skulu vera samdir.

- Eg havi gjørt púra greitt, at tað er treytin fyri at sita við borðið. Jenis av Rana situr framvegis við borðið, men dessertin er ikki komin enn, sigur Kaj Leo Johannesen.

Jenis av Rana hevur kki verið at hitt í morgun. Fartelefonin hevur verið sløkt.