Fróði Magnussen, búskaparfrøðingur
------
At vit í Føroyum eru hart skattað, havi eg áður gjørt vart við. Nú hevur Hagstovan í einum tíðindaskrivi víst á, at danir rinda meira í skatti enn vit, ið hava valt at búleikast á hesum oyggjum.
Sambært einum tíðindaskrivi frá Hagstovu Føroya er skattatrýstið í Danmark ”væl hægri enn tað føroyska”
(Kelda: Hagstova Føroya > Tíðindagoymsla > Skattainntøkur 2011)
(Kelda: Hagstova Føroya > Talt&Hagreitt > Tað almenna > Er skattatrýstið í FO lægri enn í DK og ÍS? - 2008 data).
Vit føroyingar hava eitt orðafellið, sum sigur, “tað valdast eyga, ið sær”. Hagtøl eru takksom, tí ein kann fáa nógvar ymiskar niðurstøður burturúr somu hagtølum. Í hesum føri velur Hagstovan at lýsa skattatrýstið á ein hátt. Velur mann at lýsa skattatrýstið á ein annan, kanska meira viðkomandi hátt fyri okkum skattgjaldarar, tá verður niðurstøðan ikki tann sama.
Teir einstøku borgararnir, sum eru fluttir heim til Føroyar eftir at hava búð í Danmark, síggja støðuna, sum oftast, øðrvísi enn Hagstovan. Teir flestu borgarar, sum eg havi tosað við, halda seg hava nógv minni pening eftir – til seg og síni – nú teir búgva í Føroyum, í mun til, tá ið teir búðu í Danmark. Hetta hóast lønin er nakað tann sama. At so lønin í Danmark ofta er hægri, ger myndina ikki betur.
Veruleikin er, at tað finnast mong mát fyri skattatrýstið – til dømis almannakunngerð danska skattamálaráðið 13 ymisk mát. Harav orðini í innganginum “tað valdast eyga, ið sær”.
(Kelda: www.skm.dk/tal_statistik/skatter_og_afgifter/519.html)
Í samanbering síni brúkar Hagstovan tað rættaða skattatrýstið. Hetta hevur stórar trupulleikar við sær, tí bæði á skatta- og á almannaøkinum er danska samfelagið øðrvísi skipað enn tað føroyska. Í Føroyum eru almannaveitingar ofta skattafríar veitingar, eins og stuðul ofta verður latin umvegis skattaskipanina (MVG-frítøka o.a.). Í Danmark verður stuðul oftari goldin sum skattskyldug inntøka. Hetta økir danska rættaða skattatrýstið í mun til tað føroyska.
Til dømis kann nevnast, at:
Grundupphæddin í donsku fólkapensjónini er skattskyldug – í Føroyum er hon skattafrí.
Danski barnastuðulin verður útgoldin sum ein børnecheck – í Føroyum er talan um ein frádrátt í skattinum.
Í staðin fyri hægri fyritíðarpensjón fáa føroyskir fyritíðarpensjónistar ein skattafrádrátt.
Brennistuðul til fólkapensjónistar er skattafríur í Føroyum.
Í Danmark er lestrarstuðul skattskyldugur – í Føroyum skattafríur.
Hesi eru øll dømi um viðurskifti, sum hava við sær, at danska rættaða skattatrýstið hækkar í mun til tað føroyska, hóast tað fyri borgaran kann verða líkamikið.
Tað, sum hevur borgarans áhuga er, hvussu nógv hann hevur eftir til sín sjálvs. Besta mát fyri hesum er tað sokallaða tillagaða skattatrýstið( á donskum nevnt: modificeret skattetryk). Hetta sigur nakað um, hvussu nógv tað almenna tekur inn frá skattgjaldarunum netto, tvs. hvussu nógvan pening hevur skattgjaldarin eftir til egna nýtslu og uppsparing.
Gera vit eitt yvirlit yvir tillagaða skattatrýstið grundað á hagtøl hjá Hagstovuni og Danmarks Statistik fáa vit fylgjandi talvur.
Kelda: hagstovan.fo. Hagstova Føroya > Hagtalsgrunnur > Almenn fíggjarmál > Talva: AFSKATT3
Kelda: statistikbanken.dk. Statistikbanken > Offentlige finanser >SKTRYK: Skattetryk efter nationalregnskabsgrupper
Rættaða skattatrýstið er lægri í Føroyum, men tað, ið hevur týdning fyri meg, sum borgara í hesum landi er, hvussu nógv eg havi eftir til nýtslu og uppsparing. Her vísir talvan, at eg havi minni eftir, tí tað tillagað skattatrýstið er hægri í Føroyum.
Gera vit eina strikumynd fyri at samanbera, fáa vit eina greiða fatan av, at trýstið í Føroyum hevur verið hægri enn í Danmark tey seinastu mongu árini, sæð við eygunum hjá okkum skattgjaldarum.
Kelda: Hagstova Føroya og Danmarks Statistik.
Leggjast skal afturat, at fyri vanliga føroyingin er munurin enn størri enn myndin omanfyri vísir. Tí myndin tekur ikki hædd fyri, at vit í Føroyum fáa nógv fleiri lønarinntøkur úr útlondum, enn vit lata í útlond. Í 2010 var munurin einar 650 mió.kr. Lønir úr útlondum verða oftast skattaðar í útlandinum, og tí kemur lutfalsliga lítið av skatti til Føroya. Hesi rinda tó avgjøld. Eisini verður skatturin frá fólki, ið sigla við FAS, endurgoldin til reiðaríðini. Hesi eru tó við í tillagaða skattatrýstinum. So fyri vanliga skattgjaldaran, sum arbeiðir í Føroyum, er munurin enn størri, enn strikumyndin omanfyri vísir.
Eisini má havast í huga, at danska ríkið røkir nógvar uppgávur í Føroyum, og at stórur partur av útbúgvingarøkinum verður fíggjað við, at føroyingar lesa niðri. Harumframt fáa vit eini 5% av BTÚ í ríkisveiting árliga. Hetta átti at havt við sær, at føroyska tillagaða skattatrýstið – alt annað líka – átti at verið lægri enn í Danmark! Tá ella um føroyingar yvirtaka hesi økir, so skula hesir økir jú fíggjast onkursvegna.
At enda skulu vit eisini minnist til, at talan er um samanbering við Danmark. Sum flest øll vita, hevur Danmark í mong ár kappast við Svøríki um at verða tað landið í heiminum, ið harðast skattar fólk. Hetta, at vit – hóast danskan stuðul – liggja enn hægri, er sera hugvekjandi.
----