Skattasvik: Ronaldo góðtekur at gjalda 140 milliónir

Cristiano Ronaldo skal gjalda 140 milliónir krónur til sponsku mynduleikarnar

Cristiano Ronaldo hevur í dag játtað, at gjalda 140 milliónir krónur til sponsku mynduleikarnar í eini sak um skattasvik. Hann møtti í  dag í rættinum og góðtók uppskotið hjá sponsku mynduleikunum.

 

Les eisini: Cristiano Ronaldo dømdur í máli um skattasvik

 

Samstundis fær hann ein treytaðan dóm á tvey ára fongsulsrevsing. Ein revsing, sum Cristiano Ronaldo helst aldrin kemur at sita, tí sambært spanskari lóg, so skal tú ikki sita fyri dómar minni enn tvey ár, og ikki snúgva seg um harðskap.

 

Portugisiska heimsstjørna skal hava snýtt í skatti fyri 109 milliónir krónur í árunum 2011 til 2014. Umboðsfelagið hjá heimsins besta fótbóltsspælara, Gestifute, hevur fyrr boðað frá, at skattamynduleikarnir hava fingið allar upplýsningar, og einki ólógligt er farið fram.

 

Tað er illgruni um, at hann skal hava fjalt inntøkur, sum hann hevur fingið uttanfyri fótbóltsfelagið hjá sær, Real Madrid. Tá er talan um merkið hjá honum “CR7”. Í ákæruni stendur at Cristiano Ronaldo visti um skattasvikið. Cristiano Ronaldo er ikki einsamallur um at verða tikin, tí Lionel Messi hevur eisini fingið bæði bót og treytaðan dóm.

 

Cristiano Ronaldo skifti í summar úr spanska til Real Madrid til italska Juventus.