Tær broytingar, sum meirilutin í fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen, skjóta upp, merkja millum annað, at tá ið felag selur og tá virðisbrøv verða seld, verður serskatturin 50%, meðan serskatturin framhaldandi verður 35%, tá ið likamligir persónar selja.
Tað stendur at lesa í álitinum frá fíggjarnevndini, sum kom í gjár.
Sambært lógaruppskotinum skulu feløg, ið selja, hava rætt at draga goldnan serskatt frá, tá vanliga skattskyldan verður gjørd upp. Skotið verður upp at broyta hetta til, at feløg fáa ein frádrátt í sjálvum felagsskattinum svarandi svarandi til 18% av nettovinninginum frá søluni.
Meirilutin vísir á, at við Sjófeingislógini hevur samgongan framt nýskipan fyri gildistíðina á veiðirættindum, hvussu landið útlutar veiðirættindi, avtikið uppboðssøluna og annað. Nýskipanin merkir eisini, at veiðirættindini verða knýtt at einum ávísum fiskifari, sum hevur veiðiloyvi.
Endamálið við hesum lógaruppskoti er at áseta reglur um skatting av endaligari avhendan av veiðirættindum, sum avtalað í samgonguskjalinum. Ofta hevur verið tosað um slíka skatting, men ongantíð fyrr hevur politiska skipanin verið samd um, hvussu hetta eigur at gerast. Sitandi samgonga hevur við hesum lógaruppskoti megnað tað, sum eingin onnur samgonga hevur megnað fyrr, nevniliga at áseta reglur um skatting av endaligari avhendan av veiðirættindum, stendur í álitinum.
Meirilutin skrivar víðari, at landsstýrið ætlar í komandi tingsetu at endurskoða alla skipanina við tilfeingisgjaldi, soleiðis at tilfeingisgjaldið verður broytt til eitt yvirskotsbaserað gjald. Nýggja skipanin við tilfeingisgjøldum kann fara at hava ávirkan á reglurnar um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum.
Fíggjarnevndin hevur havt eina røð av hoyringum og hevur so eisini aftaná fingið skrivligar viðmerkingar frá flestu av teimum, sum vóru til hoyringar.
– Hesi hoyringarskriv eru lisin og viðgjørt og í fleiri førum hevur meirilutin tikið viðmerkingarnar til eftirtektar og tillaga lógaruppskotið, soleiðis at tað eftir okkara tykki við teim broytingum, sum eru í broytingaruppskotinum, er eitt uppaftur betri uppskot enn upprunaliga, skrivar meirilutin.
Effektiva skattingin verður 67,5 prosent, skrivar meirilutin. Eitt dømi er um í álitinum:
Felag selur:
Søluvinningur 1.000.000
Serskattur (50%) 500.000
Vinningur aftaná serskatt 500.000
Vinningsbýtisgjald (35%) 175.000
Nettovinningur 325.000
Effektiva skattingin verður 675.000 krónur ella 67,5%.
##med2##
Minnilutin mælir frá
Minnilutin, Aksel V. Johannesen, Kristina Háfoss og Ruth Vang, mælir Løgtinginum staðiliga til at fella málið.
Minnilutin vísir á fleiri orsøkir til at fella uppskotið
Orsakirnar eru fleiri, og hevur viðgerðin í Fíggjarnevndini týðiliga staðfest, at málið als ikki er búgvið at seta í verk, og kann vera beinleiðis skaðiligt bæði fyri fiskivinnuna og samfelagið.
– Í veruleikanum verður lógaruppskotið framt av Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, fyri at rættvísgera eina broyting í lóg um sjófeingi, sum inniber, at privat, ið hava fingið fiskirættindi ókeypis frá landinum, fáa møguleika at selja hesi víðari við vinningi, skrivar minnilutin.
Minnilutin vísir eisini á, at tilfeingisrentan av 12-ára fiskirættindum, sum eru latin privatum at gagnnýta og selja, er samanlagt mett til í minsta lagi 12 milliardir krónur.
Sambært minnilutanum eru stór hol í lógini, og fer lógin tí væntandi ikki at geva landinum eyka inntøkur. Møguleiki er til dømis at avhenda fiskirættindi fyri 1 ár í senn, ella at selja minni enn 1% í fleiri umførum, og harvið sleppa undan at rinda skattin.
Minnilutin vísir eisini á, at útlendskir eigarar, ið búgva í Norðurlondum ella londum, ið vit hava dupultskattaavtalur við, fara heldur ikki at rinda skatt av søluni í Føroyum, men í heimlandinum.
Minnilutin mælir heldur til at endurnýggja tilfeingisgjaldið.
– Hetta eigur at verða gjørt í breiðari semju millum allar flokkar á Løgtingi, soleiðis at fiskivinnan kann fáa støðugar karmar at virka í, skrivar minnilutin.