Skattareglurnar munandi lagaligari í grannalondunum

Havbúnaðarfelagið hevur fleiri ferðir víst á, at skattareglurnar eru munandi lagaligari í grannalondunum, t. d. í Noregi. Á hesum økið er kappingin tí ikki á jøvnum føti, skrivaði Vinnuhúsið herfyri í tíðindaskrivi.

Víst var til kanning, og varð mælt til, at »carry back« reglur koma inn í føroysku skattalógina, á sama hátt sum í Noregi, t.v.s. at skattur goldin eitt ár kann í tvey ár verða goldin felagnum aftur, um tað vísir seg, at felagið fær undirskot innan fyri hetta tíðarbil, og at tíðarbilið, har hall kann førast fram og dragast frá skattliga úrslitinum, verður longt upp í 10 ár.

Her er vert at viðmerkja, at Endurreisingarnevnd landsstýrisins í áliti sínum í 1994 vísti á hesi viðurskiftir. Skattalóg okkara tekur í hesum viðurskiftum støði í tí donsku, ið er tillagað donskum samfelagsviðurskiftum og ikki einum samfelag, sum tað føroyska. Bæði ali- og fiskivinnan eru tengdar at náttúruviðurskiftum og kunnu tí hava stórar og óvæntaðar broytingar frá ári til árs. Og hetta eigur skattalógin at leggja upp fyri.