Skattarannsókn

Embætisfólk hjá italska skattavaldinum eru komin til Liktinstein at kanna viðurskiftini hjá 388 italskum einstaklingum og tveimum italskum fyritøkum, sum hava pengar í bankum í Liktinstein. Italska skattavaldið hevur illgruna um, at einstaklingarnir og fyritøkurnar hava ikki givið skattavaldinum rættar upplýsingar um síni fíggjarligu viðurskifti. Sagt verður, at fleiri politikarar eru millum teirra, sum verða kannað.