Skattaprosentið niður og barnafrádrátturin upp Frá Fólkaflokkinum í Klaksvíkar Býráð

Við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum til fíggjarætlan fyri komandi ár, eru vit nú farin eitt stig víðari og lækka skattaprosentið til 21,5% og hækka barnafrádráttin til kr. 4.500.
Hóskvøldið 21. november samtykti Klaksvíkar Býráð fíggjarætlanina fyri 2014. Hóast stóran vøkstur í inntøkunum triðja árið á rað, er gleðiligt at síggja, at inntøkurnar halda áfram at vaksa. Hetta skyldast í størstan mun vinnuliga virkseminum. Inntøkurnar fyri 2014 eru settar til 163,5 mió kr., raksturin 106,8 mió. kr. og íløgukarmurin kr. 36,7 mió kr.
Borgarlig kós
Fólkaflokkurin ynskir til eina og hvørja tíð, at inntøkur og vaksandi virksemi í kommununi skulu koma einstaka borgaranum til góðar. Fremsta áhugamál okkara er, at karmarnir hjá vinnulívinum gerast betur, og har vit hava okkara uppskot. Vit innførdu systkinaavslátturin í 2009, hesin avsláttur varð styrktur í inniverandi ári, eins og barnaansingargjøldini vórðu lækkað. Við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum til fíggjarætlan fyri komandi ár, eru vit nú farin eitt stig víðari, við at lækka skattaprosentið til 21,5% og hækka barnafrádráttin til kr. 4.500. Okkara málsetningur er, at vit miðvíst arbeiða við at lækka skattaprosentið komandi árini.
Vit eru takksom fyri, at alt býráðið stóð saman um okkara uppskot, og verður hetta avgjørt ein av orsøkunum til at borgararnir í kommununi fáa tað meiri rúmsátt fíggjarliga komandi árini.
Við hesum átøkum: styrkja systkinaavslátturin, lækka barnaansingargjøldini, hækka barnafrádráttin, lækka skattaprosentið, verða meirinntøkurnar, ið eru met høgar, nýttar á ein samhaldsfastan hátt.
Íløgur
Íløgukarmurin hjá eini kommunu sigur okkum, hvussu sunnur búðskapurin í kommununi er. Vit kunnu gleðast um, at hóast hækkandi inntøkur, so hava vit megnað at hildið somikið væl aftur í rakstrinum, at vit hava ein íløgukarm á knappar 40 mió. kr.
Nýbygging av Skúlanum á Ziskatrøð er eitt mál, ið fór av bakkastokki í síðstu býráðssetu. Fólkaflokkurin ynskir at raðfesta hesa verkætlan fremst komandi árini. Spillivatnsætlanin, ið hevur fylt nógv síðstu árini, er framvegis ein stórur partur av íløgukarminum. Miðað verður ímóti at koma á mál við hesi umfatandi, grønu verkætlan í 2020.
Vit í Fólkaflokkinum frøðast um, at farið er undir at útbyggja og umvæla Svimjihøllina, at Rennibreytin og Bláa Skýlið eru komin á fíggjarætlanina, eins og at peningur er settur av til Klaksvíkar Havn og til tekniska økið, har støðugt er tørvur á umvæling og nýgerð.
------
Klaksvík 21. november 2013
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð
Gunvá við Keldu
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Eyðstein Ó. Poulsen
Atli S. Justinussen
Herfrí J. Sørensen