Skattanevndin skal vera liðug 1.juni

Eitt av stórmálunum, sum samgongan hevur sett sær fyri at loysa, er at gera eina nýggja skattaskipan

Longu 1.juni næst ár skal skattanevndin koma við einum áliti um, hvussu skattur og avgjøld skulu skipast í framtíðini.

 

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum hevur sett nevndina, sum millum annað skal gera eitt álit, sum tryggjar eitt javnari býti av landsins virðum.

 

Nevndin skal eisini taka atlit til vinnuna og tryggja kappingarføri. Skatta- og avgjaldsskipan skal stuðla undir burðardygd og umhvørvisvinarliga vinnu.