Fíggjarmálaráðið sigur við in.fo í dag, at miðja verður í móti at senda almenninginum kunning um niðurstøðuna í skattamálinum í komandi viku.
Seinastu mánaðirnar hevur Bárður Larsen, løgfrøðingur, gjøgnumgingið skattamálið hjá Eik. Hansara fremsta uppgáva var at kanna, um Taks handfór málið á rættan hátt. Somuleiðis hevur hann kannað, um Eik banki - nú Betri Banki - kunnaðu skattamyndugleikarnar á ein nøktandi hátt, tá ið biðið var um skattafrádrátt á 90 milliónir krónur.
Fíggjarmálaráðið, Taks og Betri Samtakið vita, hvat stendur í frágreiðingini hjá Bárði Larsen. Tað eru sostatt nøkur fólk, sum hava innlit í, um Bárður Larsen mælir til at senda málið víðari til fútan ella ikki.
- Orsakað av, at frágreiðingin bæði er víðfevnd og fevnir um fleiri partar, skal hon viðgerast gjølliga. Frágreiðingin varð latin okkum 30. juni, og Fíggjarmálaráðið hevur síðani viðgjørt frágreiðingina og ger tað enn. Viðgerðin hevur millum annað havt í sær at kanna, í hvønn mun niðurstøðurnar saman við allari frágreiðingini kunnu almannakunngerast, vísandi til tagnarskylduna í § 151 í Skattalógini. Harafturat er frágreiðingin send Taks til viðmerkingar. Eisini Betri Banki hevur fingið frágreiðingina til viðmerkingar – hetta var tann 5. Juli. Umframt hevur Betri Banki fingið viðmerkingarnar hjá Taks til frágreiðingina hin 11. juli, í mun til lóg um alment innlit og § 151 í Skattalógini. Betri Banki skal eftir ætlan lata Fíggjarmálaráðnum sína viðmerkingar fríggjadagin í hesi vikuni, skrivar Fíggjarmálaráðið til in.fo í dag.