Skattamálið hjá Eik, sum hevur fingið stóra umrøður í miðlunum, syngur nú sítt seinasta vers.
Málið, sum byrjaði alment á vári í fjør, er nú til endaliga støðutakan hjá bráðfeingisstjóranum á Taks, Bárði Larsen. Tað var fyrr í ár, at Bárður Larsen, løgfrøðingur, varð settur at kanna málið. Eitt nú skal Bárður Larsen taka støðu til, um málið skal latast fútanum ella ikki.
Orsøkin til hetta er, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum valdi at seta Bárð Larsen á málið, eftir at Taks kom til eina niðurstøðu fyri aðruferð í málinum - og sjálvt heitti á landsstýriskvinnuna um at fáa málið kannað.
Tí á sumri 2015 kom Taks til tað niðurstøðu, at Eik hevði rætt til frádrátt á 90 milliónir krónur. Tíðliga í 2017 kom Taks til eina aðra niðurstøðu - Eik hevði rætt til goodwill, men virði fór frá 90 milliónum niður á 0 krónur. Ein løgin avgerð, sum hevur fingið fólk at seta spurnartekin við, hvat tað í veruleikanum merkir. Eik leiðslan hevur síðani sagt, at hetta merkir, at Taks tekur undir við Eik, men at man er ósamdur um upphæddina. Onnur hava ført fram, at tað er høpisleyst at tosa um goodwill, tá ið virði er 0 krónur.
Um Taks hevur handfarið málið rætt og um málið skal roynast jurdisikt, fáa vit helst at vita í vikuni, tí 1. juli er freistin hjá Bárði Larsen at koma við sínari niðurstøðu í málinum.










