Skattamálið: Kúrrur nevndarformaður vil einki siga

Fyrst hótti hann við at leggja frá sær, um hann ikki fekk eina góða frágreiðing. Nú vil Torben Nielsen einki siga.

Í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu viku varð avdúkað, at Fíggjarligt Støðufesti einki visti um skattafrádráttin, fyrr enn eftir hesin hevði selt síni partabrøv til TF Holding. 

 

 

Hetta var ein avdúking, sum fekk Torben Nielsen, nevndarformann í Eik, at hótta við at leggja formansessin frá sær, um hann ikki fekk eina haldgóða frágreiðing frá Súna Schwartz Jacobsen. 

 

 

Fyrst í hesari vikuni kom so eitt tíðindaskriv, har nevndirnar í TF Samtakinum skrivaðu undir upp á, at man metti alt varð farið rætt fram, hóast man harmaðist um, at Fíggjarligt Støðufesti einki visti um hendan stóra frádráttin, sum ivaleyst hevði ávirkað virðisásetingina av partabrøvunum. 

 

 

Síðani hevur Miðlahúsið roynt at fingið at vita frá Torben Nielsen, hvørja frágreiðing hann hevur fingið, síðani hann hálsaði um og kortini metti alt vera í ordan bert dagar seinni. 

 

 

Men Torben Nielsen er ikki áhugaður at svara. Eftir fleiri fyrispurningar um viðmerkingar í samband við hetta, hevur starvsfólk á stjórnarskrivstovuni hjá Betri sent boð til Miðlahúsið um, at Torben Nielsen ongar viðmerkingar hevur. 

 

 

Sostatt fær Føroya fólk onga kunning um, hvat tað var fyri frágreiðing, sum fekk Torben Nielsen at broyta hugsan.