Skattamálið - hvør umboðar Palleba?

Avgerandi aðalfundur verður í Ognarfelag Tryggingartakaranna í kvøld. Men umboðar nakar Palleba?

Sum ført hevur verið fram í Sosialinum, á in.fo og í KVF farnu vikuna, snýr skattamálið hjá Eik Banka seg í síðsta enda um hvørt nevndin og leiðslan í Eik Banka av røttum ella av órøttum hevur roynt at drigið umleið 90 milliónir krónur frá í sjálvuppgávuni og harvið sloppið sær undan partafelagsskatt.

 

Meðan nevndarformaðurin Torben Nielsen og stjórin í Eik Banka, Súni Schwartz Jacobsen, halda fast við, at Eik Banki hevur rætt til at draga hesar 90 milliónir krónurnar frá og sostatt spara hesar pengarnar í partafelagsskatti, standur fyrrverandi stjórin og fyrrverandi nevndarlimurin Jørn Astrup Hansen fast við, at Eik Banki ikki hevur rætt til henda frádráttin, av tí Fíggjarligt Støðufesti longu hevur staðfest hetta tap, áðrenn Eik Banki varð settur á stovn. Eisini fyriliggur eitt skjal í sambandi við søluna, sum staðfestir at tað í øllum førum ongantíð varð ætlanin at henda upphæddin skuldi kunna dragast frá í skatti.

 

Hvør hevur rætt av hesum báðum pørtum, verður so upp til TAKS at gera av, um Eik Banki sleppur at draga 90 milliónir krónur frá í partafelagsskatti ella ikki.

 

Hinvegin er tað í síðsta enda ein uppgáva hjá TF Holding, sum eigur 100 prosent av Eik Banka, at gera av, um tey halda tað verða rætt ella ikki at royna at sleppa undan at gjalda føroyska landskassanum hesar 90 milliónir krónurnar, hóast onkrar tulkingar av roknskaparlógum møguliga gera tað møguligt, hóast tað ongantíð varð ætlað. Nevndin í TF Holding umboðar í síðsta enda allar tryggingartakararnar í P/F Tryggingarfelagnum Føroyar, sum saman eina TF Samtakið. Teir somu gott og væl 23.000 tryggingartakararnir, sum eisini koma at standa við sínum parti av rokningini, um dóttirfelagið Eik Banki fær rætt og sendur rokningina víðari til Palleba og Marsannu umvegis landskassan. Eisini hóast tað ongantíð var ætlanin, at upphæddin skuldi kunna dragast frá í Føroyum.

 

Tá kemur løtan hjá limunum í Umboðsráðnum og nevndarlimunum í TF Holding at vísa, hvørji áhugamál tey veruliga arbeiða fyri. Áðrenn næsta blað er útkomið, er valdið í TF Holding býtt, og so fæst at síggja, hvønn veg moralska kumpassin í milliardasamtakinum peikar komandi árið, til nevndarval verður aftur.

 

Les meira um Skattamálið, um valdsdystin í TF Holding og um nógvu nevndarsessirnar, tey við valdinum sleppa at býta, í VikuskiftisSosialinum, sum er á gøtuni í dag.