“Ganga tit ímóti at Eik kann draga hetta tapið frá, kann tað fáa avleiðingar”. Hesin setningur varð nógv nýttur í samband við skattamálið hjá Eik.
Nevndarlimir og grannskoðarar fingu greitt at vita, at stóðu tey ímóti hesum, kunnu tey dragast til svars fyri, at TF Holding misti 90 milliónur krónur.
Hvat hendi um árskiftið 2015/2016 í Eik.
Eitt, sum hendi er, at Jørn Astrup Hansen trekti seg úr nevndini, og gjørdi almenningin varugan við tað, sum hann metti gekk fyri seg í Eik og TF Holding. Eitt annað er, at innanhýsis grannskoðarin hjá Eik segði seg úr starvi. Eitt triðja er, at málið um at draga tær 90 milliónir frá í skatti, endaði aftur hjá Taks.
Men hví fór tað aftur til skattamyndugleikarnar, tá ið Taks í 2015 segði gott fyri at draga tapið frá yvir 10 ár?
Vikuskiftis Sosialurin hevur fingið innlit í frásagnir frá fundum síðst í januar mánaði 2016 – beint áðrenn Eik vendi sær aftur til Taks.
Á tí fundinum varð boðað grannskoðarum frá, at standa tit ímóti hesum, hava tit ábyrgdina av, at TF Holding missur 90 milliónir, og kunnu dragast til svars fyri tað.
Okkara keldur vilja vera við, at tað eisini varð eisini sagt, at um grannskoðanin ikki góðtók tað, sum Taks hevði sagt ja til – at draga tapið frá sum goodwill yvir 10 ár – og góðtók tað, sum leiðslan í Eik hevði stungið út í kortið, ja so kundi tað fáa avleiðingar – millum annað í form av einum endurgjaldskravi.
Les meira í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna á Havn í kvøld og kring landið í morgin.










