Fíggjarmálaráðið situr í hesum døgum við niðurstøðuni hjá bráðfeingisstjóranum á Taks, Bárði Larsen, í nógv umrødda skattamálinum.
Tí tað var fyrr í ár, at Fíggjarmálaráðið setti Bárð Larsen í stjórasessin á Taks, fyri at taka støðu til og meta um tað, sum fór fram, í skattamálinum hjá Eik.
Spurningarnir, sum Bárður Larsen í nýggjari rapport hevur tikið støðu til eru, hvørt Taks hevur fyrisitið málið á nøktandi hátt og hvørt Eik hevur givið nøktandi upplýsingar til skattavaldið.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur áður sagt, at um so er, at Eik - nú Betri - hevur latið skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar til Taks, so skal tað fáa ta avleiðing, at málið skal víðari til fútan til støðutakan.
Í morgun upplýsa tey úr Fíggjarmálaráðnum, at einki verður at frætta úr niðurstøðuna hesa vikuna, men væntandi ber til at frætta meira í komandi viku.