Skattalættin hjá løgmanni fær kalda móttøku

Tað fall ikki í góða jørð hjá Búskaparráðnum, at løgmaður ætlar at geva fólki í eldrarøktini skattalætta fyri at fara til arbeiðis

 

Heldur ikki dámar forkvinnuni í Heilsuhjálparafelag Føroya ætlanina. Tað siga bæði Mary Antonsdóttir og Fróði Magnussen við Kringvarpið.

Tað var á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í gjár, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunnugjørdi ætlanina um skattalætta til fólk í eldrarøktini, tá hann segði soleiðis:

– Eg fari í dag at koma við einum sosial-liberalum boði uppá, hvussu hetta kann gerast.

Mítt boð er, at vit innføra ein heilsu- og røktarfrádrátt. Hesin frádrátturin skal geva starvsfólkunum innan geiran ta virðing, tey hava uppiborið, og eggja teimum at halda áfram at starvast innan økið, umframt at nýggir starvsfelagar leggjast afturat.

Mary Antonsdóttir heldur, at hetta er ein mál, ið eigur at avgreiðast við samráðingarborðið – og hon heldur tí, at fíggjarmálaráðið skal lata vera við at koma til samráðingar við einum føstløgdum karmi, har samráðingarúrslitið er avgjørt frammanundan.

Formaðurin í Búskaparráðnum, Fróði Magnussen, segði í samrøðuni við útvarpið, at ein skattalætti ikki loysir trupulleikan, sum stendst av manglandi normering.

Honum dámar ikki, at serskipanir verða gjørdar fyri ávísar starvsbólkar, tí tað vísir seg, at serskipanirnar verða hangandi og ringar at slepp av aftur við. 

Dømi um slíkar serskipanir er sjómannafrádrátturin og frádrátturin hjá handverkarum, sum starvast uttanlands, sum komu í nítiárunum. Hóast trot hevur verið á handverkarum í Føroyum, so hevur kortini ikki borið til at tikið av frádráttin, sum kom fyri at hjálpa handverkarum at finna arbeiða uttanlands, tí arbeiðsloysi í Føroyum var so stórt.