Skattalætti
Formaðurin í arbeiðarafelagnum, Hæddini, heldur lítið um ætlaða skattalættan hjá nýggju samgonguni millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin.
Karla Einarsson heldur lítið um, at tað verða tær høgu inntøkurnar, sum fáa lættan ? og ikki tey, sum skulu liva av eini vanligari arbeiðaraløn.
- Hetta boðar avgjørt ikki frá góðum, heldur hon.
Verri fyri
Karla Einarsson, sum eisini er stjórnarlimur í FA, heldur lítið um, at lættin, sum ætlandi fellir vanliga arbeiðaranum í lut, ikki røkkur til fýra sigarettpakkar um mánaðin ? og neyvan heldur til tvær fløskur av bíligum víni, sum sagt hevur verið.
- Verður hetta úrslitið av skattalættanum hjá nýggju samgonguni, verður hetta als eingin lætti at tosa um. Tað eru ikki okkara limir, sum tjena hálva miljón um árið, leggur hon dent á.
Karla Einarsson ber hinvegin ótta fyri, at verður hetta skattapolitikkurin, verður tað arbeiðarin, sum noyðist at gjalda fyri lættan hjá teimum høgu inntøkunum við nýggjum inntøkulógum.










