Skattalætti hækkar dollaran

Eitt, sum hevur sína ávirkan á styrkta dollarin í ár, er amerikanska skattlóggávan. Hendan er í ár broytt soleiðis, at fyrtøkur við dóttirfeløgum uttanlands, kunnu flyta útlendskan vinning heim til USA, har skattingin nú bert er 5,25%. Áður hevur skattur av slíkum flytingum verið 35%. Broytingin í lóggávuni er tó tíðaravmarkað til bert at fevna um 2005.
Hetta hevur fingið fleiri stórar fyritøkur at boða frá, at tær í ár flyta milliardir av dollarum til USA, og hetta skapar sum vera man stóran eftirspurning eftir dollaranum. Hóast flytingarnar enn ikki eru framdar, so hava ætlaðu flytingarnar longu nú ávirkað kursin uppeftir.
(kelda: Útlit og Rák, Kaupthing Føroyar)