Skattalætti gav eina milliard

- Skattalættin hjá ABC-samgonguni, sum varð útroknaður til 240 milliónir yvir fýra ár, hevur ført til, at landskassin í fjør fekk eina milliard meiri í inntøkum í mun til fyri fýra árum síðani, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

Tað var undanfarna ABC-samgonga, sum samtykti at lata skattalættar fyri áleið 60 milliónir krónur um árið í fýra ár, ella tilsamans 240 milliónir krónur.

Men tá CHE-samgongan tók við eftir valið í januar í fjør, samtykti hon, at strika skattalættan, sum skuldi koma í gildi 1. janaur 2009.

Sum kunnugt helt hendan samgongan ikki leingi, og í september í fjør varð so ABC-samgongar endurstovnað.

- Meðan vit sótu í andstøðu royndu vit at leggja broytingaruppskot fram, sum helt fast við skattalættan, men tað fingu vit ikki undirtøku fyri. Og undir samgongusamráðingunum fekst heldur ikki meiriluti fyri hesum. Tað endaði kortini við einum kompromii, sum gekk út upp á, at seta í gildi ein skattasteðg, og at sjúkrakassagjaldið frá 1. januar 2010 skuldu gjaldast yvir skattin, sigur Jørgen Niclasen.

Hann heldur tað er undarligt, hvussu tað ber til at rokna inntøkurnar hjá landskassanum út.

- Hesir skattalættarnir, sum latnir vórðu undir undanfarnu ABC-samgongu, og sum vórðu roknaðir til 240 milliónir krónur, hava merkt eina meirinntøku til landskassan í fjør upp á eina milliard krónur, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at skattalættin førdi til ein størri produktivitet og eitt minni arbeiðsloysi.

- Summir politikarar halda, at um vit økja skattin úr 50% upp í 100%, so fær landskassin dupult so nógv inn, men soleiðis virkar tað bara ikki. Tað er søguliga prógvað, at høgur skattur drepur hugin hjá fólki at arbeiða, meðan lágur skattur hinvegin eggjar fólki til at gera ein eyka innsats, sigur Jørgen Niclasen.

 

Nærmast manipulatión

Hann vísir til kreppuna fyrst í 90-árunum, tá skattirnir vórðu trýstir í topp. Landskassin hóraði nóg illa undan, og ikki fyrr enn í 1996, tá landsstýrið, við Jóannesi Eidesgaard sum fíggjarmálaráðharra, lækkaði skattin, kom gongd á.

- Tá fór samfelagið aftur at blóma. Fólk fingu aftur hug at arbeiða, og hetta sást týðiliga aftur í skattainntøkunum hjá landinum, sum vuksu munandi, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at tað er ein sannroynd, at tá fólk hava meiri eftir til sín sjálvs, so veksur hugurin til at arbeiða og tjena meira. Og tá skattatølini fyri januar í ár vísa eina meirinntøku i mun til januar mánaða í fjør, so er talan um so lítlan vøkstur, at tað, at leggja ov nógv í hetta nærmast má kallast manipulatión við tølunum.

- Vit tosa um eina meirinntøku í skatti upp á 1,8 milliónir av einari samlaðari lønarútgjalding upp á 600 milliónir krónur. Tað er jú so at siga somu tøl. Og fyri alt tað, so sæst virkningurin ikki fyrr enn eftir nøkrum mánaðum ella kanska enn tá árum, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vísir á, at tá undanfarna ABC-samgonga tók við í 2004 sást einki til skattalættan fyrsta árið, og bert lítið næsta árið heldur.

- Tað tekur sjálvandi sína tíð, áðrenn virkningurin slær ígjøgnum. Men sum eg nevndi fyrr, so merkti skattalættin upp á 240 milliónir eina meirintøku til landskassan í fjør upp á eina milliard í mun til fyri fðyra árum síðani, sigur Jørgen Niclasen.