Skattalætti

Tíðindaskriv frá Javnaðar-

og Sambandsflokkinum:

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava lagt uppskot fyri tingið um skattalætta. Uppskotið er fyrsti partur av fleiri skattalógaruppskotum, sum eftir ætlan skulu koma í gildi á nýggjárinum. Hini uppskotini, sum koma seinni, hava til endamáls at hækka serliga pensiónistafrádráttin í skattalógini og at lækka serliga avgjaldið á brenniolju.

Skattastigin fyri lág, og miðalinntøkur skal broytast, og barnafrádrátturin í landsskattinum verður hækkaður úr 4.000 upp í 6.000 krónur. Hetta eru høvuðsbroytingarnar í nýggja skattalógaruppskotinu, sum Javnaðarflokkurin og Sambandflokkurin leggja fyri tingið.

Í krónum merkir hetta, at føroyingar skulu gjalda umleið 84 mió. krónur minni í skatti. Av hesum eru 26 mió krónur hækkaður barnafrádráttur, meðan 58 mió krónur eru beinleiðis skattalætti.

Í gildi á nýggjárinum

Fólkaflokkurin boðaði frá í september, at hann fór at koma við einum uppskoti um skattalætta fyri tey næstu 10 árini. Hetta uppskotið skuldi fáa gildi frá fyrst komandi ári. Men nú, tveir mánaðir seinni, er framvegis einki uppskot komið. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava tí avgjørt at leggja eitt líknandi uppskot, sum tað hjá Fólkaflokkinum fyri tingið nú, so tað kann koma í gildi á nýggjárinum.

Samanborið við uppskotið hjá Fólkaflokkinum gevur andstøðuuppskotið meira skattalætta, enn uppskot Fólkafloksins. Tó hevur andstøðan val, ikki at lóggeva fyri eitt heilt tíggju-áraskeið undir einum, men heldur at taka eitt ár í senn.

Lógartekniskt er uppskotið hjá andstøðuflokkunum sera einfalt, og tí halda folokkarnir tað ikki vera neyðugt við eini langtíðarætlan, ið einans byggir á metingar.

Fleiri uppskot koma seinni í ár

Í næstum fara Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin at leggja fleiri onnur uppskot fram, sum hava til endamáls at lætta um hjá teimum, sum ringast eru fyri. Talan er um at hækka serliga pensiónistafrádráttin í skattalógini, og at lækka serliga avgjaldið á brenniolju.