Skattalækkingar 1997-2002

   

Vit hava árini eftir kreppuna fyrru helvt av 1990-árinum fingið fleiri skattalættar, men framvegis eru tey flestu samd um at skatturin er alt ov høgur. Men er hetta veruliga so ella er tað bara leysir pástandir.
Niðanfyri er ein samanbering av inntøkum, skatti og prístalsreguleraðari nettoinntøku frá 1997-2002. Eisini eru skattabroytingarnar fyri 2003 og 2004 tiknar við og roknað er við einum lønarvøkstri uppá 4,5% p.a. svarandi til miðallønarvøksturin síðani 1997.
Fyri at gera roknistykki einklari er kommunuskatturin øll árini settur til 19% og er arbeiðaratímalønin brúkt sum grundarlag og eitt arbeiðsár er sett til 1800 tímar. Brúkaraprístalið er nýtt til prístalsviðgjørdu lønirnar.
Sí talvu 1.
Omanfyristandandi talva vísir, at hóast tímalønin er økt við 21,5% frá 1997 til 2002 er nettoinntøkan einans økt við 17,6%, hetta skyldast at skatturin er øktur við 30%. Um vit gera hetta upp í krónum, so er ársinntøkan hjá einum tímaløntum farin frá kr. 136.548 í 1997 uppá kr. 165.960 í 2002, í sama tíðarskeiði er skatturin farin frá kr. 42.999 uppí kr. 55.921. Hetta vísir, at skatturin er øktur við kr. 12.922, meðan lønin er økt við kr. 29.412, svarandi til at 44% av lønarhækkingini er goldin í skatt. Tað at so stórur partur av lønarhækkingini er goldin í skatt, ger at samlaða skattatrýsti hjá einum arbeiðara er farin frá 31,5% í 1997 upp í 33,7% í 2002, ein øking í skattatrýstinum uppá 7%.
Mynd 1.

Um vit síðani innrokna brúkaraprístalið síggja vit, at reallønin í 2000 var kr. 7.923 lægri enn í 1997, men orsakað av at brúkaraprístalið í 2001 og 2002 ikki hækkaði nakað serligt er reallønin kr. 1.616 lægri í 2002 enn hon var í 1997.
Mynd 2

Niðurstøðan av hesum út-rokningum má sostatt verða at hóast vit hava fingið skattalættar mestsum á hvørjum ári síðani kreppuni hevur hetta ikki verið nokk til at mótsvarað lønar- og kostnaðarhækkingunum í samfelagnum. Skattalættarnir hava sostatt ikki verið nokk til at forða fyri at skattatrýsti hjá tí einstaka er hækka.
Tað sæst eisini aftur í inntøkum landskassans, tí hóast skattalættar eru skattainntøkurnar hjá landskassanum av samlaðu lønarútgjaldingunum øktar úr 18,5% í 1997 til 22,0% í 2002. Hjá kommununum er parturin minkaður frá 17,5% í 1997 niður í 15,9% í 2002. Gongdin higartil í 2003 (jan., feb. og mars) vísir at gongdin er tann sama, landskassans partur er 22,4 % og kommunurnar fáa einans 16,1%. Staðfestast má at skatturin er høgri nú enn hann var í 1997 og er tað als ikki nøktandi, tá ið havt verður í hvussu góð búskaparár hesi hava verið í Føroyum.