Skattalóggávu í lummastødd

Toll- og Skattstova Føroya hevur nú givið út lógasavnið fyri 2006. Í bókini, sum er í lummastødd, eru allar toll-, mvg-, skatta-, og avgjaldslógir, sum Toll- og Skattstovan umsitur. Til samans er talan um 37 lógir. Hartil er eisini givin út bóklingur við øllum kunngerðum og rundskrivum innan somu øki. Bøkurnar fáast til keyps í handlum kring landið, og kosta tær 100 kr. hvør.