Hetta eru søgu- og filmsbrot, Klaksvíkar kommuna hevur fingið gjørt, ”Gakk og hygg – ella Walk and watch”, eitt virtuelt søgusavn - ella tykissavn, sum tað eisini kann kallast, ið snýr seg um Læknastríðið.
Søgan er søgd í nýggjum hami á staðnum, júst har leikur fór fram við filmi og frásagnum, sum Annfinnur Heinesen er vertur fyri – á føroyskum, donskum og enskum.
Faldari
Faldarin og verkætlanin annars verður framløgd í dag á Sjómannadegnum kl 16 á stóra palli. Leikpallinum hjá læknastríðnum var í økinum, har sjómannadagarnir í dag verða hildnir í sátt og semju.
##med2##
Skattajakt
Størsti partur av læknastríðnum hevði sum sagt sama øki, sum sjómannadagurin nú heldur til á: Havnaskrivstovan, sýsmumansskrivstovan, havnalagið við Rolf Krage, Sjúkarhúsið, læknaíbúðin, og onnur við.
Tí eru 9 plátur við QR lyklum settar upp við havnalagið, har tær tvær sunnanfyri Fornminnasavnið eru kunnandi um upprunan til sjálvt læknastíðið – eisini søguliga upprunan til tilknýtið millum Danmark og Føroyar.
Uppgávan
Uppgávan við skattajaktini, sum byrja kl. 16 er við snildtelefon at finna hesar plátur og svara einum spurning pr. plátu. Spurnarblaðið fært tú á stóta pallinum kl 16.
##med3##
Gávukort frá FK
Vinnarin fær eitt gávukort frá FK uppá kr. 2.000,-
Kom og ver við og hoyr nærri um spennandi kappingina, sum byggir uppá eina serstaka søgu, ið nú er meira ítøkilig – søgd á teimum støðum, har hendingarnar fóru fram, sum tú sært ein lítlan film um á 1-2 min. hvør.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##