KOMMUNUMÁL
Vilmund Jacobsen
Tá ið tað gongur væl, hava vit menniskju lyndi at halda, at tað bara fer at ganga væl. Gongur illa, er ilt at fáa eyga á glottarnar; vit gerast dapurskygd og duga illa at ímynda okkum, at gongdin nakrantíð vendir. Men søgan sigur okkum, at soleiðis hongur tað vanliga ikki saman.
Í aðrari grein í blaðnum í dag vísa vit á, hvussu gongdin í Nes kommunu hevur verið seinastu árini; í 1993 var øskukalt, men bert fá ár seinni byrjaði kommunan at blóma, og í dag er hon sera væl fyri.
Súni í Hjøllum, bygdarráðslimur og formaður í teknisku nevnd, sigur, at kommunan sá sínar torførastu dagar í nýggjari tíð í 1993.
? Inntøkurnar av kommunuskattinum vóru komnar uppá 16 milj. krónur í 1992, men tá ið alt kollapsaði í 1993, minkaðu inntøkurnar niður í 10-11 milj. krónur, hóast skattaprosentið fór úr 16,5% uppí 23%. Høvdu vit ikki økt skattaprosentið hetta árið, høvdu inntøkurnar endað niðri á 8 milj. krónum. Vit vóru tískil í dýrastu neyð, sigur hann.
Vend kom í
? Men so hvørt, sum virksemið í kommununi tók seg uppaftur, fyrst og fremst við Fiskamarknaði Føroya og seinni, tá ið Fiskavirking lat virkið uppaftur, vendist gongdin. At fiskiskapurin batnaði og gjørdist góður árini eftir, hevði eisini stóran týdning fyri skipini og fiskimenninar í kommununi.
Súni sigur, at sum út sær í dag, veksa skattainntøkurnar alla tíðina, og tað er gott tekin, tá ið skattaprosentið hevur verið tað sama seinastu 4-5 árini.
? Í fjør mettu vit, at vanligi kommunuskatturin fór at vera 20,9 milj. krónur í ár, men nú árið næstan er umliðið, verður talan helst um einar 24 milj. krónur.
Hann vísir á, at fíggjarætlanin hjá kommununi varð samtykt síðsta mánadag, og her verður mett, at skattainntøkurnar verða 24,9 milj. krónur í 2002.
Somuleiðis er samtykt, at barnafrádrátturin hækkar úr 3.500 krónur uppí 4.000 krónur.
Skattaprosentið í Nes kommunu er 19,9%.
Lítil íløgukvota
Súni heldur, at íløgukvotan hjá kommununi er lítil, men hon byggir - eins og hjá hinum kommununum - á fólkatalið, sum í dag er tætt upp ímóti 1200.
? Okkara »kvota« fyri komandi ár er 4,2 milj. krónur. Av hesum hava vit sett 1,7 milj. krónur av til útstykkingina millum Gadd og Heygar, og vit vóna, at koyrandi verður ímillum um eitt ár ella so.
Bygdarráðslimurin sigur, at sambært ætlanini verða rættiliga nógv grundstykkir millum Gadd og Heygar.
? Her er gott pláss, eisini til síðuvegir og grundstykkir uppat teimum, sigur hann.
Av øðrum íløgum kann nevnast, at 2 milj. krónur eru settar av til eldrasambýli, sum kommunan fer at byggja norðanfyri Føroya Banka. Skitsuprojekt er til viðgerðar í kommununi í hesum døgum.
? Vit vóna, at jørðarbeiðið og partar av betongarbeiðnum verður gjørt komandi ár fyri hesar pengarnar. Men hetta røkkur langt frá til alt projektið. Enn er ikki avgjørt, hvussu nógv verður bygt, men roknast kann við, at kostnaðurin verður umleið eina miljón fyri hvørt búfólkið, sigur Súni.
Ein hálv miljón er sett av til havnalagið, og her verður serliga talan um asfaltarbeiði, sum er í gongd og verður gjørt um ársskiftið.
Nevnast kann eisini, at Nes kommuna í fíggjarætlanini fyri 2002 hevur sett 2 milj. krónur í grunn til víðking av skúlanum og 1 milj. krónur í grunn til vetrarfriðing.
Seinastu fýra árini hevur kommunan sett tilsamans 10 milj. krónur í grunn til víðking av skúlanum.
Kommunan skuldarfrí ? 11 milj. krónur á bók!
Tá ið havt verður í huga, at kommunan sambært Súna í Hjøllum var í »dýrastu neyð« í 1993, men í dag er skuldarfrí og eigur 11 milj. krónur á bók, man hetta kennast sum ein góður dreymur.
? Undan seinasta kommunuvali rindaðu vit alla skuldina í einum, sum kommunan hevði. Talan var um 14-15 milj. krónur, sum kostaðu kommununi hálva miljón í rentum um árið, sigur bygdarráðslimurin at enda.