Skattainntøkan veksur og veksur

Ein uppgerð frá Eiðis kommunu vísir, at skattainntøkan er vaksin hvønn mánað higartil í ár.

Skatturin fyri farna mánað var góðar 1,5 mió krónur, og var hetta ein vøkstur uppá 240.000 krónur fyri sama mánað í fjør.

Higartil í ár hevur henda positiva gongdin økt um inntøkuna hjá kommununi við omanfyri 950.000 krónur.

- Hetta er ein vøkstur uppá 8,6 prosent, verður sagt úr Eiðis kommunu.