Um vit skulu hava okkara borgarar at verða verandi í Føroyum, so mugu vit syrgja fyri at borgarin hevur okkurt at vera verðandi til! Um man arbeiðir nógv, serliga um arbeitt verður yvir, so kemur TAKS við sínum longu fingrum og tekur nærum alla yvirtíðina til sín, og hettar resulterar í, at ongin arbeiðir yvir. Reint og slætt, tí tað loysir seg ikki – skattmessiga.
Um tað skal loysa seg at arbeiða í Føroyum, mugu skattalættar til - her er ongin vegur uttanum; men hvussu ber man seg at frá løgtingsins síðu, at geva skattalættar – uttan at tað rakar landskassan? Svarið er einfalt ! Vit skulu avtaka skattin av teimum tímum, har arbeitt veður yvir. Sum nú er, eru tað sera fá, sum arbeiða yvir. Tvs, at landskassin hevur lítla og onga inntøku av yvirtíð, sum fólk arbeiðir. Men um man frá landsins síðu avtók skattin av yvirtíðini, so høvdu fleiri arbeitt yvir, so hevði landið fingið meir pening í landskassan – yvir forbrúk! Meiri pening fólk hevur, tess meira verður brúkt, og landið fær í ríkiligt mát av peningi inn av avgjøldum, MVG, brúkaragjøldum v.m.
Hettar hevði tænt øllum borgarum í samfelagnum, arbeðstakaranum, arbeiðsgevaranum, og landskassanum. Tá hevði tað loyst seg at arbeitt nógv, og og tá hevði ein og hvør kunna arbeitt seg upp, um man hevur hug. Undirritaði veit fleiri dømir um, at fólk heldur vilja verða í ALS, tí tað loysir seg betur at verða innlimaður í ALS, enn at verða úti á arbeiðsmarknaðinum! Hettar kann ikki verða rætt, og her MÀ broyting í.
Eitt samfelag, har tað ikki loysir seg at arbeiða, hevur ikki langa livitíð. Tað nýtist man ikki at hava nakra Ph.d í samfelagsfrøði, til at síggja. Tí er tað so ógvuliga umráðandi, at vit taka annað skinn um bak, og koyra skattin av yvirtíð burtur! Ongin missir nakað uppá hettar, tí ongin arbeiðir yvir. Hinvegin, hevði hesin skattalættin tænt øllum Føroyingum, og gjørt tað so, at tað hevði loyst seg at fara til abeiðis, og nýggj vinnulig átøk høvdu sæð dagsins ljós, vegna broyttu umstøðurnar! Arbeiðshugurin hevði blomstra, og vinnan hevði koyrt eftir skinnarum.