Skarvurin á nýggjum veingjum

Leygarkvøldið hin 5. mai klokkan eitt um náttina er livandi tónleikur á Skarv.

 

Føroyski bólkurin, Voices of Rock er ein akustisk duo við Dagfinn Joensen og Jógvani Ellingsgaard, sum báðir hava nógvar royndir á føroyska tónleikapallinum.

 

- Saman undirhalda og framføra hesir knassar kend løg hjá Orkestrinum Har Vestri, Kára P, Moirae, Frændum, Queen, Bon Jovi, Guns’n’Roses, Ozzy, Uriah Heep, Gasolin, CCR, DAD og írskar vísur, ið tey flestu kenna og kunnu syngja við til.

 

Dyrnar lata upp kl. 20 og Skarv plagar at lata aftur um sjeytíðina sunnumorgun. Hettar er seinasta kvøldið við livandi tónleiki áðrenn summarsteðgin.

 

Tað er Siri Thorsteinsson, sum nú eigur og rekur Skarv. Hon fær stuðul til hugskot og PR frá FO Invasion, sum er Edmund S. Jacobsen. Skarv er ein 42 ára gomul føroysk barr, diskotek og spælistað á Pilestrædet 43.