Seinastu árini hava vit í Føroyum harmast um, at so lítið hevur verið til av lomviga og lunda. Havhesturin royndist heldur ikki væl í heyst. Fuglurin var smáur og at síggja til eisini rak.
Og tó; tað vóru eisini góðir fuglar ímillum, men svinnið hjá monnum, sum vóru á hesi veiði í august/ september, var sum heild størri enn vanligt.
Í Føroyum verður ikki argast um lomviga, lunda, ei heldur skarv. Heldur harmast vit um, at fuglurin ikki hevur tað betri.
Skarvur hevur tó mangan argað í øðrum londum, eitt nú í Danmark, Svøríki og Noregi, tí tey meta, at fuglurin tekur væl av fiski og órógvar veiðina.
Fiskerlaget Sør í Noregi hevur soleiðis heitt á myndugleikarnar í landinum um at leingja tíðina, tá ið skarvur kann veiðast.
Felagið vísir á, at skarvur etur nógvan smáfisk, sum heldur til fram við landi.
- Skarvurin hevur leingi verið ein sonn plága fyri svenskar og danskar fiskimenn, sigur felagið í Noregi.
Í Danmark er veiðitíðin frá 1. august til 31. mars, og nú vilja norskir fiskimenn eisini hava myndugleikarnar í landinum at leingja tíðina, sum skarvur kann skjótast í Noregi.