Vælkenda føroyska ølstaðið SKARV í Keypmannhavn letur nú upp aftur aftan á trý ára steðg
Eigarin, Dánjal Petur Thorsteinsson, sigur, at nógv fólk ganga og spyrja eftir Skarv. Vit bjóða eitt meira tíðarhóskandi stað til allar føroyingar, og vit eru glað fyri at tæna føroyingum aftur. Móttøka verður fríggjakvøldið 6. januar, 13. kvøld, fyri øllum, og sum ein vælkomst letur Skarv ókeypis leskivørður millum kl. 20 og 22.
Seinastu árini hevur staðið verið opið fyri ungum danun, men tað bar ikki frukt, og føroyinga millum verður ofta spurt, hvar føroyingar hittast í vikuskiftinum í Keypmannahavn.
Ætlanin er fyribils at hava opið hvørt fríggjakvøld og leygarkvøld. Sjálvt um dansigólvið er flutt og nýggjur DJ pultur er smíðaður, so verður dentur lagdur á, at fólk kunna tosa saman og hoyra hvønnanna.