Skarpskjúttin er millum teir fyrstu ellivu

Felags fyri bæði KÍ og HB er, at tey eru øgiliga væl trimmaði til toppdystin í kvøld

Manningarliga eru bæði liðini so væl trimmað, sum tað ber til. Tað er skjóta staðfestingin, nú tað er greitt, hvørjir fara at manna liðini hjá KÍ og HB, sum klokkan 18 bresta saman í toppdysti í Klaksvík.

Líkindini at spæla fótbólt í Klaksvík eru av teimum fagrastu í kvøld. Serligt við dystinum er, at nýggja skýlið sunnanfyri vøllin fyri fyrstu ferð verður brúkt í kvøld.

KÍ liðið er mannað júst soleiðis, sum tað var, tá ið KÍ í europeisku meistarakappingini stóð seg væl í Sveis, har Young Boys vann 3-1.

Hjá HB er tað merkisvert, at Adrian Justinussen er millum teir fyrstu ellivu. Eftir langan skaðasteðg hevur hann fleiri ferðir verið á vøllinum í løtum. Nú er skarpskjúttin komin seg heilt, og hann verður á vøllinum frá dystarbyrjan.

Tað verður miðverjin Delphin Tshiembe eisini. Hann var skaddur í nógvar vikur og var við aftur, tá ið HB í innleiðandi í Europa League tapti 1-0 á útivølli ímóti Glentorian, og so spældi hann síðstu løtuna, tá ið HB 12. august vann 11-0 ímóti AB.

 

KÍ – HB klokkan 18.00

Dómari: Kári J. á Høvdanum

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Jesper Brinck – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Ole Erik Midtskogen, Páll A. Klettskarð

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Ísak Simonsen, David Skrbec, Jonn Johannesen, Abubakar Aliyu Ibrahim, Boris Dosljak, Steinbjørn Olsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Bartal Wardum, Heðin Hansen, Delphin Tshiembe – Heri Hjalti Mohr, Mathias Nygaaard, Dan í Soylu, Daniel Johansen – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl

Á beinkinum: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Pætur J. Petersen, Hørður H. Askham, Øssur Dalbúð, Samuel Johansen Chukwudi