Danska verjuskipið var í gjár eftir einum manni, sum hevði skorið seg illa i armin umborð á línubátinum Klakki. Meðan fólk av danska verjuskipinum Hvidbjørnen í gjár vóru umborð á línubátinum Reynsatindi sunnan fyri Føroyar og gjørdu eftirlit, komu boð um, at ein av manningini á Klakki hevði fingið skaða.
Læknin á Hvidbjørnen fór sjálvur annar við gummibáti til Klakk, og læknin segði tað vera neyðugt at fáa mannin fluttan á Landssjúkrahúsið. Maðurin varð tó fyrst fluttur umborð á HHvidbjørnen og lagdur á sjúkrahúsið umborð, og Hvidbjørnen sigldi til lands.
Gjárkvøldið varð tann skaddi maðurin fluttur í land við gummibáti. Sjúkrabilurin stóð fyri teimum og koyrdi mannin á Landssjúkrahúsið.