Skapt okkara egnu fíggjarkreppu

- Skattalættarnir hjá undanfarnu ABC samgongu hava kostað landi og kommunum í minsta lagi 372 milliónir krónur um árið. At CHE fekk avtikið ætlaða skattalættan fyri 2009 hevur longu merkt, at minni lønarútgjald merkir størri skattainntøkur til landið, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi

- Tað er ein ábyrgdarleysur fíggjarpolitikkur sum hevur ført til, at vit nú eru endað í einari búskaparligari kreppu. Serliga skattalættin hjá undanfarnu ABC-samgongu hevur kostað dýrt, og hevði CHE-samgongan ikki fingið avtikið ætlaða skattalættan fyri 2009, hevði staðið enn verri til, sigur Høgni Hoydal.

Hann ger vart við seg í sambandi við útmeldingina hjá fíggjarmálaráðharranum um, at januar mánaði í ár royndist betur í skattainntøkum, enn sami mánaði í fjør. Hetta hóast lønarútgjaldið í ár var 595 milliónir í mun til 599 milliónir í januar mánaði í fjør.

- Hetta var ein skattalætti, sum skuldi setast í gildi í fýra stigum. Fyrsta árið kostaði hann landi og kommunum 100 milliónir, næsta árið 220 milliónir, triðja árið 320 milliónir, og nú kostar hann landi og kommunum í minsta lagi 372 milliónir krónur um árið, vísir Høgni Hoydal á.

Hann metir ikki, at eitt tal upp á 30 milliónir um árið í skattalætta er rætt og vil vera við, at veruliga talið er munandi hægri. Men hann metir eisini, at veruliga undirskotið á fíggjarlógini stavar ikki so nógv frá minkandi skattainntøkum, men frá raplandi avgjaldsinntøkum.

- Skattalættarnir hava bara ført til eitt, og tað er økt forbrúk. Og tað sigur seg sjálvt, at tá forbrúkið minkar, so minkar eisini inntøkan av mvg og øðrum avgjøldum, og tað førir so aftur til, at tað manglar í hjá landskassanum, sigur Høgni Hoydal.

 

Pumpa forbrúkið upp

Formaður Tjóðveldis sigur, at ábyrgdarleysi búskaparpolitikkurin byrjaði longu, tá undanfarna ABC-samgonga tók við, og fíggjarpolitikkurin undir Bárði Nielsen legði lunnar undir eina forbrúkaraveitslu, har allur peningurin fór til innflutning, meðan útflutningurin var minkandi.

- Frá at hava havt javnvág á handils- og gjaldsjavnanum fóru vit til eitt risa undirskot, alt orsakað av ábyrgdarleyst førda búskaparpolitikkinum. Lagt var upp til eina ovurnýtslu í samfelagnum, og tá forbrúkið nú minkar, manglar landskassanum pening, sigur Høgni Hoydal.

Formaður Tjóðveldis heldur, at stóra undirskotið á fíggjarlógini er ein beinleiðis avleiðing av ábyrgdarleysa búskaparpolitikkinum seinastu árini.

- Eg hugsi, at fólk flest ikki eru so fegin um at gjalda skatt, men eg ivist ikki í, at tey kortini fegin vildu goldið eitt vet meiri í skatti fyri at varðveitt tær tænastur, sum nú eru skornar burtur, sigur Høgni Hoydal.

Hann sigur, at tað er ein beinleiðis undanførsla, tá samgongan skyldar upp á altjóða fíggjarkreppuna og gevur henni skuldina fyri kreppu og undirskoti á føroysku fíggjarlógini.

- Altjóða kreppan hevur als ikki rakt Føroyar enn. Tann kreppa, sum vit eru í, er skapt av okkum sjálvum. Við førda búskaparpolitikkinum hava vit skrúvað forbrúkið upp, og tá tað so minkar, minka inntøkurnar hjá landskassanum, og tað hevur so aftur ført til, at vit hava heilar 500 milliónir krónur í undirskoti á fíggjarlógini í ár. Alt samalt orsakað av einum ábyrgdarleysum búskaparpolitikki undir undanfarnu ABC-samgongu, sigur Høgni Hoydal, sum kortini fegnast um, at CHE-samgongan megnaði at avtaka ætlaða skattalættan fyri 2009, nakað sum hann metir longu hevur havt sína positivu ávirkan á inntkurnar hjá landskassanum.