Skapandi HEILAR í sama húsi

Leivur Thomsen
-----

Í Havn eru nógv listafólk. Felags fyri tey flestu er, at tey arbeiða einsamøll, og kanska av tí sama kenna, at tey ikki fáa burturúr tað, tey kundu hugsað sær. Gamaní hava summi listafólk rættar umstøður við atelier, studio o.s.fr <http://o.s.fr/> - men tey flestu munnu hava givið seg til tols við trongar umstøður at arbeiða í.

Býráðið kann veita listafólki onkran bygning at arbeiða í. Hesin nýtist ikki at vera nakar nýggjur og flottur bygningur. T.d. kann Skúlin á Frúutrøð, tá ið musikkskúlin er fluttur niðan í Sortudíki, brúkast, ella kanska høli úti við Bacalao, sum kommunan eigur. Bygningurin kann verða býttur upp í rúm til fleiri ymsar listagreinar, har bæði serstøk rúm og stór rúm við uppsettum skilaveggum eru tøk. Bygningurin kann skipast á tann hátt, at listafólk leiga seg inn fyri ein bíligan penga, t.d. í sambandi við komandi framsýningar, verkætlanir og annað - ella bara fyri at fáa íblástur frá øðrum listafólki. Orsøkirnar kunnu vera so nógvar.

Býráðið kann veita neyðuga útgerð til listaframleiðslu so sum pressur til grafiskt prent, ovn til brenning av leiri og annað. Listahúsið kann fevna um øll sløg av listafólki - rithøvundar, tónleikarar, myndlistafólk, fotografar, leirlistafólk, leiklistafólk, installatiónslistafólk, byggilistafólk, filmslistafólk og onnur listafólk. Bert hugflogið setur mørk.

Endamálið við hesum er at samansjóva føroysku listafóllkini, at skapa eitt dynamiskt listaumhvørvi í býnum, at skapa grundarlag fyri menning av føroyskari list, at veita listafólki góðar arbeiðsumstøður, at skapa grundarlag fyri tvørfakligum listarligum samstarvi og at lata upp nýggjar listarligar møguleikar.

Møguleiki skal eisini vera hjá útlendskum listafólki at gera brúk av listahúsinum. Somuleiðis skal pláss vera fyri at halda work shops av ymsum slag. Hetta kann geva okkara høvuðsstaði eitt spennandi umdømi í útlondum.

Hetta kann t.d. gerast í samstarvi við Norðurlandahúsið, sum kann virka sum sambindingarlið við hini norðurlondini og veita listahúsinum møguleika at søkja pengar úr ymsum norðurlendskum grunnum.

Til seinast loyvi eg mær at vísa til eina orðing um framtíðarmynd (visión) um mentan og list í Tórshavnar Kommunu, sum varð samtykt á býráðsfundi 18. mars 2010. Hon er soljóðandi:

"Høvuðsstaðurin hevur ein bæði sterkan og tiltiknan mentanarpall, sum a? mongum økjum kappast við umheimin i? dygd, um enn ikki i? vavi. To?nlist, myndlist, leiklist og onnur list blo?ma a? ein ha?tt, so bæði leikfo?lk og u?rmælingar kunnu troyta si?na skapanargleði og menna si?ni evni. Umstøðurnar at spæla leikir og hava konsertir skara framu?r i? dygd, sniði og originaliteti i? go?ðum samsvari við allan høvuðsstaðin. Tær savna allar føroyingar og gera okkum ernar, og tær draga at sær bæði gitin listafo?lk og kræsið publikum uttan u?r heimi....”

Jamen, hvat er tað ikki undurfult! Hetta skuldi jú sostatt verið beint til høgra beinið!

X - mentan, X - list, X - Leivur Thomsen, ein kreativur politikkari