Skapandi evnini blóma í Sundalagnum

- Eg eri sera fegin um, at so nógv børn tíma at ganga til tekning, sigur Olga Kruse, lærari.


- Frítíðarundirvísingin fyri børn og ung í Sunda kommunu hevur fingið sera góða undirtøku í vetur. Fleiri nýggj tilboð vóru til børn og ung í ár, og hevur hetta havt ávirkan á luttakaratalið.

 

Tað veit Sunda kommuna at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at eitt av nýggju tilboðunum er tekning fyri børn 6-10 ár. Heili 26 børn meldaðu seg til í heyst, og tí eru tvey hold innan tekning í vetur. Lærari er Olga Kruse.

 

- Eg eri sera fegin um, at so nógv børn tíma at ganga til tekning, men hetta kom eitt sindur óvart á. Børnini eru sera dugnalig, og teirra skapandi evni geva mær íblástur í gerandisdegnum, sigur Olga Kruse við heimasíðuna hjá Sunda kommunu.

 

Í løtuni arbeiða tey við at gera eina lítla framsýning. Ætlanin er eisini, at børnini fara at sýna fram til framsýningina skírisdag í 2015.

 

Viðhefta samansetta myndin er av nøkrum av børnunum sum ganga til tekning í frítíðarundirvísingini hjá Sunda kommunu.