Skapa virksemi í Skagen

Líkt er til, at føroysk skip skapa nógv virksemi á Skagens Skibsværft í løtuni. Tá Portalurin vitjaði í Skagen í góðveðrinum sunnudagin, sóu vit ikki færri enn trý føroysk uppisjóvarskip við bryggju.

Undir skeltinum hjá Skagens Skibsværft lá Finnur Fríði, og longur inni í havnini lá eisini Tróndur í Gøtu.

Meðan vit koyrdu eftir bryggjuni, sóu vit eisini í hekkuna á Fagrabergi, sum lá við eina aðra bryggju inni í havnini, har hann verður pussaður upp.

At trý stór føroysk uppisjóvarskip liggja við bryggju í Skagen, bendir á, at føroysk skipavinna skapar nógv arbeiði á Skagens Skibsværft í løtuni.

Í góðveðrinum hendan dagin tóku vit eisini nakrar myndir í gongugøtuni, har fólk sita og hugna sær við kaffi og øðrum leskandi.

Myndirnar kunnu síggjast í viðheftu myndarøð.