Skapa trivnað millum bygdarfólkið

Sandur: Hóast fólkatalið í bygdini ikki veksur, hevur kommunan ikki mist mótið. Í næsta mánaði verður aftur skipað fyri einum stórum trivnaðartiltaki.

Eitt slíkt tiltak varð skipað í fjør, við so góðum úrsliti, at avgerð nú er tikin um at endurtaka tað.
- Vit fingu sera góðar afturmeldingar eftir tiltakið í fjørsummar, og tí ynskja vit at gera tað aftur, sigur borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy.
Tá fíggjarætlanin fyri 2012 varð samtykt í novembur í fjør, varð játtanin til trivnaðarkontoina somuleiðis hækkað úr 140.000 krónum, sum játtanin hevði verið í nógv ár, og uppí 300.000 krónur.
- Ja, vit hækkaðu játtanina, tí vit meta at brúk er fyri tiltøkum sum kunnu samansjóða bygdarlívið og styrkja okkara samleika sum heimasandsfólk, vísir borgarstjórin á. – Endamálið er eisini at leggja børnunum góð minni í skjáttuna úr staðnum, har tey vuksu upp.