Tað sigur Tórunn Lassen, sum seinastu góðu 20 árini hevur lagt til rættis ein sera vakran urtagarð í Skotarók, og sum saman við Tórshavnar kommunu fríðkað fríøkið í Skotarók.
– Ynskir tú tær ein vakran urtagarð, so krevur tað ómetaligar nógvar tímar alt árið ígjøgnum at røkja hann. Atlit skal takast til veður og vind, hita, kulda og sólartímar, hvussu tú skapar lívd, og hvat tú setur niður, sigur hon, men fyri hana hevur tað týdningarmesta verið at skapa lívd.
– Eg hugsaði leingi um, saman við Guðruni Heðinsdóttir, hvat navn prýðissíðan skuldi hava – og navnið bleiv Prýðislist, greiðir Tórunn Lassen frá.
– Og tí er tað, at Facebookvangi hennara eitur »Prýðislist« – og til spurningin um, hvussu alt byrjaði, svarar Tórunn, at vinkonur hennara mæltu henni til at leggja myndir út á Facebook av heimaprýðum, som hon javnan tók myndir av, og sum kanska kundu verða til íblástur fyri onnur.
At Tórunn Lassen hevur serligar gávur, ið fella henni lætt, tá hon prýðir, sæst eisini aftur í stóra og vælrøkta urtagarðinum hjá Tórunn og manninum Jógvan Páll.
– Eg haldi, at tað er stuttligt at finna upp á okkurt øðrvísi, sigur Tórunn og vísir á garasjuveggin, har tey hava fingið hjálp hjá frá Árstíðunum at festa trø á veggin.
##med2##
– Eg haldi, at garasjuveggir ofta eru so kaldir og berir – samstundis kundu vit skapa prýði, sum gav hita og hugna, og úr hesum hava vit fingið enn ein hugnaligan krók í havanum, sigur hon.
Tórunn heldur, at vit í Føroyum eiga at royna at skapa fleiri rúm í urtagørðunum, har vit fáa lívd til at sita úti alt árið og vísir okkum í útistovuna, sum tey gjørdu fyri nøkrum árum síðani. Borðið er úr føroyskum viði, seyðaskinn úr Dímun liggja á stólunum, hillarnar eru úr viði av trøum, ið eru farin í vindi í Føroyum. Havastovan er prýdd við ymiskum øðrum, eitt nú greinum undir loftinum, sum bæði Árstíðirnar og Anette Sonne hava hjálpt henni at fest.
– Tá útsynningsstormur er og tú mást halda sær fast – ber til at sita í logn á eystursíðuni á altanuni við stearinljósum og njóta vakra útsýnið yvir Tórshavnar verjugarð – Nólsoy, greiðir Tórunn frá.
Tað sum eyðkennir krókarnar er, at havamøblarnir eru úr føroyskum viði. Viðin hevur hon fingið til vega frá Skógrøkt Landsins, har hon ger sær túrar nakrar ferðir um árið. Havamøblarnir, ið geva Tórunn og manninum størstu gleði eru teir, ið eru úr Skógrøktini.
##med3##
– Hóast vit blíva kedd um, at trø fara, so gleðast vit um, at vit kunnu endurnýta tey og skapa hugna, sigur Tórunn, sum er sera tilvitað um at prýða hugnakrókarnar og terassurnar í havanum við tilfari úr náttúruni.
– Niðast hava vit blóðdroparunnar, og hon stendur vøkur leingi. Og her havi eina gullregn mitt í bakkanum, og hon hevur nógvar blómur í ár, men tað kunnu vera ár, har hon ongar blómur hevur, greiðir Tórunn frá.
Hon vísir á nøkur trø og sigur, at neyðugt var við gyrðingum, tí útsynningurin var so tráur í fjør, at hann tók okkurt træið, men tað kom fyri seg aftur. Í urtagarðinum eru reyðbók, suðurbók, roynitræ, hýasintir, allium, efo, lupinir, silvurknoppar, bóndarósur, primula og fleiri sløg av rhododendron, eitt nú fjallarhododendron. Kring urtagarðin eru eisini spirea- og ribsrunnar.
Eisini vísir hon okkum økið við tulipanum. Men nú er tulipantíðin av.
– Men fyri 14 døgum síðani var hetta eitt eldhav av tulipanum, greiðir Tórunn frá.
Tað er Lív Petersen, sum hjálpir henni at seta fleri hundrað leykir niður um árið.
##med4##
– Í fjør setti Lív leykirnar niður – teir mundu vera um 450 í tali, og so taki eg, ella hjálpast vit, at taka allar upp aftur hvørt ár og seta nýggjar niður, sigur Tórunn, sum víðari greiðir frá, at tað er ikki av ongum, at vit hava táttin hjá Harkaliðnum um Tulipanærina, tí seyðurin hevur um várið serliga hug at koma á vitjan.
– Vit hava havt trupulleikar av seyði her í økinum øll 29 árini, vit hava búð her. Men grannarnir siga hvørjum øðrum frá við at ringja ella á annan hátt, tá seyðurin kemur oman og royna at hjálpast at sum best, sigur Tórunn.
– Øll eru tó góð við seyðin og skilja eisini, tá eingin gróður er – men tá man setir fleiri 100 tulipanleykir niður hvørt ár – so er tað eitt sindur sárt, tá alt verður etið eftir lítlari løtu.
Snotuligi urtagarðurin hjá Tórunn og Jógvan Páll liggur í rættiligum brattlendi í Skotarók.
##med5##
– Tú sært, hvussu bratt tað er hjá okkum, og tað er ein avbjóðing at sláa skráan, sum hellir um 45 stig. Vit bæði hjálpast at at sláa.
– Men annars taki eg mær av urtagarðinum, men av og á havi eg serkøn at hjálpa mær við ymiskum, her kann eg m.a. nevna Heina og Sámal, sum hava verið mær til góða hjálp, tá tørvur hevur verið á tí. Soleiðis var Tórur í Hoyvík, fyrrverandi býargartnari, eisini til stóra hjálp og vegleiðing fyri hvussu fríøkið varð skipað.
Tórunn prýðir javnan til ymisk høvi.
##med6##
– Tey, ið biðja meg prýða, ynskja ofta okkurt øðrvísi enn tað vanliga. Eg eri ikki so nógv úti um meg, men meira um fólk eru nøgd, so er tað nokk fyri meg. Okkurt serliga spennandi hevur verið, eitt nú drotningavitjanin seinast.
– Eina mentanarnátt fyri nøkrum árum síðani høvdu Mikkalina Norðberg og eg eina framsýning við taraprýði og glaslist – sum bleiv kallað »List á borðið«, tað var ordiliga stuttligt, sigur Tórunn.
Norðan fyri húsini er eitt vakurt fríøki, sum øll gøtan varðar av, men sum Tórunn og Jógvan Páll og grannarnir fyri norðan, Jens Petur og Inger Jensen, fyri tað mesta taka sær av.
– Fyri gott 20 árum síðani teknaði Tórur í Hoyvík eina ætlan fyri fríøkið. Síðani hava vit sett niður og tikið upp, tað sum ikki trívist her, og so sett niður aftur, so hetta er eitt stórarbeiði. Í dag er hetta ein lítil lund við gøtu, og fleiri av trøunum hava børnini í grannalagnum plantað.
Til hesa stóru uppgávu fær Tórunn eisini hjálp frá gartnara til at klippa trøini.
– Vit hava búð her so mikið leingi, at vit vita, hvat trívist, og vit hava havt vitjan av gartnara frá kommununi, sum er áhugaður í, hvat vit fáa at vaksa her. Vit fáa næstan alt at vaksa, hóast tað er eitt stig kaldari enn niðri í býnum.
##med7##
Allur vøksturin í Skotarók hevur skapt eitt ríkt fuglalív av smáfuglum her í økinum, og hvønn dag leggur Tórunn frækúlur í bæði fuglahúsini í havanum. Tað er lívsjáttandi at síggja, at fuglaungarnir sita í ávikavist suðurbókunum móti eystri og roynitrøunum móti suðuri í havanum og bíða, meðan foreldrini flúgva aftur og fram úr fuglahúsunum við mati, sigur Tórunn.
Tað eru ikki bara fólkini, sum trívast væl í hesum gróðraríka grannalag ovast í Havnini við útsýni yvir allan býin og Nólsoyarfjørð. Tí her trívast eisini gráspurvar, kvørkveggjur, starar, óðinshanar, bringureyði, Erla Kongsdóttir og fleiri.
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
























