Fuglafjarðar kommuna hevur keypt 1700 trø, ið skulu plantast við Gjógvará niðan móti Fossinum. Tí hevur kommunan bjóða øllum borgarum at koma og hjálpa sær at planta trø leygarmorgunin.
- Vit hava keypt 1700 trø til gott 1500 borgarar, so her er meiri enn eitt træ til hvønn, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.
Hetta er enn eitt stig í ætlanunum hjá kommununi at skipa eina náttúrulund í bygdini. Her fyri keypti kommunan 10.000 fermetrar við Gjógvará og tað er á hesum økinum, at náttúrulundin skal gerast.
- Tað er eitt flott øki, sum savnar nógv fólk um summarið. Nú fara vit at fríðka økið, ung í arbeiði fara at gera nakrar gøtu, og ætlanin er, at vit skulu gera ein lítlan hyl, sum dunnur og annað kunnu búleikast í, sigur Sonni á Horni.
Tað er Jóhan Petur Berg, býargartnari, sum stendur fyri verkætlanini og skal røkja náttúrulundina.
Enn hevur náttúrulundin ikki fingið navn, og Sonni á Horni spælir við hugskotinum at skipa fyri eini navnakapping, men fyribils tosar man bara um náttúrulundina.
- Her gongur nógv fólk í økinum, men tankin er at fáa enn meiri lív her. Um summarið kundi verið skipað fyri tiltøkum, skúlarnir kundu brúkt økið og tílíkt. Men onkustaðni skal man byrja, og áðrenn trøini kunnu veksa, mugu tey setast. Tað stuttliga er, at vit hava eitt træ til hvønn borgara, og so kann man fylgja vøkstrinum hjá sínum træi, sigur Sonni á Horni.