Skapa øktan kunnleika

Kongaliga vitjanin kann økja um kunnleika hjá dønum um Føroyar

- Tað skapar umrøðu í Danmark, men tað er altíð torført at siga hvat tað gevur. Men tá drotningin er á vitjan, fær Føroyar positiva umrøðu við flottum myndum.


Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, um hvørja týdning vitjanin hjá krúnprinsaparinum kann hava fyri føroysku ferðavinnuna.


Stjórin í Visit Faroei Islands vísir á, at veruliga virði við eini slíkari vitjan ikki sæst í tølum fyri ferðafólkum, men í at kunnleikin um Føroyar í restina av danska ríkinum veksur.


- Vit hava eitt fantastiska fotogent land, ið selur seg sjálvt í myndum og filmum. Tað sæst vanliga aftur í myndunum, ið danskir miðlar taka, tá tey kongaligu vitja, Tað er positivt og er við at skapa øktan kunnleika hjá dønum um restina av ríkisfelagsskapinum, sigur Guðrið Højgaard.


At danir skunda sær at keypa ein ferðaseðil til Danmarkar, tí tey síggja nakrar myndir av krúnprinsaparinum í Føroyum, ivast stjórin í Visit Faroe Islands tó í.


- Tað er bara at hyggja eftir einum sjálvum. Hvussu ofta keypir man ferðaseðil til eitt stað, tí man hevur sæð krúnprinsaparið vitja tað, sigur Guðrið Højgaard.