Tað vóru Jóhan Berg, stjóri í Falkon og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, sum undirskrivaðu sáttmálan.
Grótið til vegin verður fingið til vega úr lendinum oman fyri verandi veg. Tá vegurin er liðugur í august komandi ár, hevur kommunan eitt grundøki á umleið 3000 fermetrar, sum fer at verða boðið út til íbúðarbygging.
Í Nes kommunu siga tey, at niðanfyri vegin verða átta nýggj grundstykki til sethús, og hesi grundstykkini verða eftir ætlan sett til sølu móti sumri 2025.
- Kostnaðurin fyri arbeiðið verður umleið 3,4 milliónir krónur tilsamans, og tá er kostnaður fyri eitt nú ráðgeving, projektering, eftirlit og trygging íroknaður.
Tað siga tey í Nes kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at kommunan bað um tvey tilboð upp á arbeiðið, og Falkon hevði lægra tilboðið.
- Hendan verkætlanin er enn ein roynd hjá kommununi at skapa karmur fyri fjølbroyttum bústarmøguleikum.
Víst verður á, at seinastu árini eru fleiri nýgg setuhús bygd í økinum, og fleiri eru ávegis.
Fyri stuttum hevur byggifyritøkan KBH bygt seks randarhús við Høganesvegin.
- KBH hevur eisini fingið eina fyribils tilsøgn um keyp av einum lendi á 8000 fermetrar og at arbeiða nú víðari við at fyrireika enn eina íbúðarverkætlan í økinum omanfyri randarhúsini, siga tey í Nes kommunu í dag.