Skapa hugna og gleði

Tá børn og ung hava góðar møguleikar at fáa tónleikafrálæru er tað eitt tekin um, at tað grør um gangandi fót. Tí er hetta at skapa tónleikafrálæruni hjá uppvaksandi ættarliðinum góðar umstøður tann besta jólagávan, sum bæði myndugleikar og tann, ið varir av øllum, kann geva lítla oyggjasamfelagnum Føroyum.

 

Hugleiðing um tónleikajól



Børnini og tey ungu, ið ganga í Tórshavnar Musikskúla eru á hvørjum ári undan jólum við til at skapa hugna og gleði. Allan desember mánað sleppa tey at vísa øðrum, hvat tey hava lært hjá frægum tónleikalærarum. Og tað er einki at siga til, at boð eru eftir hesum fittu og góðu ungfólkunum við sínum violinum, guitarum og øðrum ljóðførum. Tí tey eru við til at skapa ein serstakan dám undan jólahøgtíðini. Og har tað ikki eru boð eftir teimum, har fara tey sjálvi út og bjóða seg fram.


Tey vitja á sjúkrahúsum, á røktar- og ellisheimum, á dagstovnum, í skúlum og hvar tað skal vera. Man kann lættliga siga, at hesi ungu, sum kanska einaferð í framtíðini fara at teljast millum okkara bestu tónleikarar, eru til konsert nærum hvønn dag. Hetta er samtíðis sera góð venjing sigur ein av tónleikalærarunum, Bo Isholm, sum nú um dagarnar stóð á odda fyri umleið 16 ungum guitarspælarum, ið m.a. spældu til jólahaldið á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Og saman við teimum vórðu eisini 10-15 ungir violinstar undir leiðslu av enn einum kønum musikskúlalærara, Nikos Kampnas. Í góðan tíma spældu børn og ung fyri sjúku børnunum, starvsfólki og avvarandi á B4, har pyntað varð til jóla. Eisini jólamaðurin Kjøtkrókur vitjaðí og tók sær væl av børnunum.


Og soleiðis fara tey úr einum stað í annað. Tey spæla fyri teimum gomlu og sjúku á pleygudeildini á Landssjúkrahúsunum, tey spæla fyri teimum, sum hava fingið sítt heim á Lágargarði og soleiðis kundi tú hildið fram. Á henda hátt gera tey bæði sær sjálvum gott og teimum tey spæla fyri.


Bo Isholm heldur tað er eitt gott tiltak at fara út úr skúlastovuni allan desember mánað. Hann heldur tað er gott fyri tey ungu og fyri øll tey, sum lýða á. Tað er eisini við til at gera henda so týdningarmikla og grundleggjandi skúlan meira sjónligan í samfelagnum.


Tað skilst eisini á honum, at tað eru góðir dagar í Musikskúlanum í løtuni, serliga eftir at skúlin hevur fingið eykajáttan til fleiri lærarar. Tað hevur minkað um bíðirøðirnar, tó at tað framvegis innan nøkur øki eru langir bíðilistar, eitt nú til klaver og guitar. Tað ganga eini 60 til guitar í løtuni, men bíðitíðin er umleið eitt ár. Til klaver er hann tó fleiri ár. Soleiðis hevur tað altíð verið, tó at tað eru hendar nógvar betringar. Í dag ganga umleið 500 børn og ung á Musikskúlanum í Havn. Um alt landið er talið omanfyri 1000.


Eftir at hava sæð og hoyrt henda fjølmenta og evnaríka skara av ungfólki spæla fyri børnum og gomlum eigur eingin ivi longur um tann ómetaliga týdning, sum Musikskúlarnir við sínum evnaríku lærarum hava fyri ikki bara blómandi mentanarlívið men fyri alla samfelagssálina sum heild.


Tá samfelagið skapar og betrar umstøðurnar hjá børnum og ungum at fáa tónleikafrálæru er tað heilt givið eitt tekin um, at tað grør um gangandi fót. Tí er hetta at skapa tónleikafrálæruni fyri uppvaksandi ættarliðnum góðar umstøður tann besta jólagávan, sum bæði myndugleikar og tann, ið varir av øllum, kann geva lítla oyggjasamfelagnum Føroyum.