Skapa arkitekturpolitikk fyri Føroyar

Landsverk er farið at leggja lunnar undir fyrstu orðingarnar í einum upskoti til arkitekturpolitikk fyri Føroyar.

Landsverk hevur í avrikssáttmálanum fyri 2014 sett sær sum mál at fáa gongd á arbeiðið at orða eitt uppskot til arkitekturpolitikk fyri Føroyar. Hetta stendur at lesa í einum faldara, sum Landsverk hevur gjørt í samband við Jobmatch, sum verður í Norðurlandahúsinum millum jól og nýggjár.

 

- Stovnurin er farin undir at fyrireika og formfesta ein byggilistapolitikk, ið skal nýtast sum stevnumið og leiðbeining fyri alt, sum framyvir verður bygt í Føroyum. Ein politikk, sum verður gjørdur við virðing fyri bæði tí arvi og siðaarvi, ið vit sum land eiga, stendur at lesa í faldaranum.

 

- Ætlanin er, at arkitekturpolitikkurin skal virka til, at bæði skúlar, barnagarðar og aðrir stovnar taka fakið arkitektur meira til sín, soleiðis at fólk við tíðini skilja hetta hugtak betur og gerast meira tilvitað um ta nyttu og jaligu ávirkan, ið góður arkitekturur hevur við sær á umhvørvið, vit liva og virka í, skrivar Landsverk.