Skansin skipar fyri upphiting frá klokkan 14

Upphitingin verður á parkeringsøkinum niðanfyri Tórsvøll

Svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Håkan Ericsson kundi gleðast um ein jaligan lut undir dystinum móti Ísrael mikukvøldið. Hann slapp fyrstu ferð at vera staddur á Tórsvølli og uppliva fjálga og góða stuðulin frá Skansanum. Í ringastu Korona-tiðini var tað ikki gjørligt. 

 

Skansin verður aftur at hoyra á Tórsvølli í kvøld við sínum festligu sangum og rakstrarrópum, tá Føroyar og Danmark spæla HM-undankappingardyst klokkan 19.45. 

 

Í upptaktssamrøðu við Trónd Arge á FM1 segði Håkan so vakurt um Skansan: "Det är kärlek". Tann samrøðan kann hoyrast HER

 

Skansin skipar fyri upphiting frá klokkan 14. Upphitingin verður á parkeringsøkinum niðanfyri Tórsvøll.

 

Skansin hevur lagt hesa skránna:

 

kl. 14-19: andlitsmáling.

 

kl. 15: fótbóltsquiz í teltinum.

 

kl. 15-17: ymiskar kappingar við góðum vinningum.

 

kl. 16: landsliðslegendur vitja.

 

kl. 17: Eyðun og Terji framføra.

 

kl. 18: Fróði Benjaminsen trekkir vinnarin av ferð fyri tvey til Danmark, at hyggja eftir landsdystinum millum Danmark-Føroyar.

 

kl. 18.30: Skansin byrjar at syngja.

 

kl. 19.25: Skrúðgonga yvir á Tórsvøll.